Málteigurin

Vit eiga at siga sjófrágreiðing
19-02-2024
Forhoyr og frágreiðing eru ikki tað sama, og lógarverkið brúkar ikki sjóforhoyr. Tí eiga vit at siga sjófrágreiðing á føroyskum, sigur Elin Henriksen, málkøn

Tá ið vanlukkur henda á sjónum og greiða skal fáast á tí, sum er hent, er vanligt at hava sjóforkláring, sigur lurtari og vísir á, at miðlar brúka ofta orðið sjóforhoyr.

Tað orðið er ikki at finna í lógartekstunum og aðrastaðni. Er tað tí ikki betri at brúka orðið, sjóforkláring/sjófrágreiðing, spyr lurtarin. 

Elin Henriksen, málkøn, tekur undir við lurtaranum og sigur, at út frá lógarteksti og øðrum leitingum er ongin ivi um, at rættast er at siga sjófrágreiðing.

Tørvur

Eg eri uppvaksin við, at tørvur er tað grundleggjandi í lívinum, sum umsorgan, kærleiki, matur o.s.fr., meðan mann hevur brúk fyri lutum so sum einum hamara, einum bili og líknandi.

Men nú virkar tað sum øll hava tørv ella tørva okkurt.

Og so umrøða vit eisini orðið spinning, sum verður brúkt í venjingarhølunum, tá ið fólk ganga til spinning ella fara at spinna.

Lurtari vil vita, hvussu orðið bendist - um tað bendist líka sum føroyska orðið: at spinna, spann, spunnið, ella um tað skal vera øðrvísi, tí talan er um enskt orð.

Við Løkin

Ein spyr, hvussu staðarnavnið Løkin í Runavík eigur at verða bent. Viðkomandi vil vita, um orðið kvennkyn ella kallkyn. 

Í vanligum máli er ein løkur kallkyn. Úr Toftavatni rennur ein á, sum har verður nevnd Løkin, altso bundið snið av kvennkynsorðinum løk. Samanber: ein á, áin hon. Tað løgna er, at tá ið tey benda orðið, verður tað fatað sum kallkyn: við Løkin, Løksvegur. Var tað gjøgnumført kvennkyn, skuldi tað verið við Løkina, Løkjarvegur. 

- So her er altso talan um eitt orð, sum er kvennkyn í hvørfalli, men viðhvørt verður kallkyn í hinum føllunum, greiðir Elin Henriksen frá.

Onnur orð, sum verða umrødd eru lekkurt, bekymrað ella stúrin, hoppa ella loypa, tilstaðar ella hjástaddur, onnur ella hin og kring landið.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Hví siga vit bólta rút, hundavakt, manga takk, "banka upp undir borðið"? Onnur evni eru: Forråelse, gentunavnið Vár og munurin á menniskja- og menniskjansligt
22-04-2024
Hvat merkir orðingin við eymk og fret, og hví siga vit soleiðis, spyr lurtari Elina Henriksen í hesari sendingini
15-04-2024
Fyrr helt mann, at babba var barnamál, meðan vaksin søgdu pápi. Hetta er ikki galdandi longur, meðan mann í Suðuroy altíð hevur sagt pabba. Øll trý eru javngóð í dag
08-04-2024
Føroyar hava fingið sína fyrstu løggildu stavsetingarorðabók. Tað merkir, at Stavsetingarorðabókin ásetur almennar, føroyskar stavsetingarreglur, og hvussu vit eiga at stava
25-03-2024
Kvennkynsorðið vreiði er til viðgerðar í dagsins sending, eftir at ein prestur segði vreiða heldur enn vreiði. Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, hvussu hetta hongur saman
18-03-2024
Lurtari hevur hug til at týða danska orðið hygejne til heilsufrøði, men tað er at avmarka hetta hugtakið alt, alt ov nógv, heldur Elin Henriksen, málkøn
11-03-2024
Orðasmíð lyftir tekstir upp á eitt hægri stig. Ein av okkara heilt góðu orðasmiðum er skaldið Martin Joensen og við dømum úr hansara tekstum tosa vit um skaldsligt orðasmíð
04-03-2024
Eitt orð, sum mong ivast í, er danska orðið omsorgssvigt, sum mangan verður týtt til umsorganarsvik. Tvey betri orð eru: umsorganartrot og vansorgan, sigur Elin Henriksen
26-02-2024
Forhoyr og frágreiðing eru ikki tað sama, og lógarverkið brúkar ikki sjóforhoyr. Tí eiga vit at siga sjófrágreiðing á føroyskum, sigur Elin Henriksen, málkøn
19-02-2024
Skriðulop, skalvalop, áarlop og omanlop eru ikki tað sama, men summi kunnu brúkast hvørt um annað
12-02-2024
Føroyska navnalóggávan er ung, og tí eru fleiri stavsetingar til summi nøvn. So sum Elisabeth/Elisabet og Christian/Kristian. Skalt tú brúka -th og ch- fylgja treytir við
29-01-2024
Millum ung hoyrist nýggjur málburður, har tey millum annað siga: 'Tað áhugar meg' heldur enn 'eg havi áhuga' ella 'hatta er áhugavert'
22-01-2024