Málteigurin

At tapa fyri eitt lið og fyri einum liði eru hvør sítt
23-10-2023
Tað er stórur merkingarmunur, tá ið tosað verður um eitt lið, sum hevur tapt fyri einum liði ella tapt fyri eitt lið. Her sæst væl, hvussu nógv røtt bending hevur at siga

Í ítrótti hoyrist ferð eftir ferð, at lið hava tapt fyri eitt annað lið, skrivar lurtari til sendingina.

Dømi:

HB tapti 1-0 fyri KÍ.

Lurtarin skilir hetta, sum at KÍ ikki var á vøllinum, men eitt annað lið, sum vann dystin fyri KÍ.

- Hatta er skeivur málburður, sigur lurtarin. Tað eigur at vera, HB tapti ímóti.

Her hava vit eitt dømi um, hvussu nógv røtt fallbending hevur at siga, greiðir Elin Henriksen, málkøn, frá. 

- Tað er munur á at tapa fyri eitt lið og fyri einum liði, sigur hon og biður okkum seta onnur orð í setningin fyri HB og KÍ, tí bendingin hoyrist ikki á hesum báðum heitunum. 

- Havnarliðið tapti fyri klaksvíkingum, hevði mann sagt. Ikki havnarliðið tapti fyri klaksvíkingar, vísir Elin Henriksen á. 

Hetta er eitt av dømunum um, hvussu fyrisetingin, fyri, verður brúkt, og vit tosa enn meira um hana í dag.

 

Benda nøvn og bóltarútstativ

Mangir føroyingar eita tvey nøvn og verða kallaðir bæði, men hvussu er við bending tá?

Skulu vit benda bæði og siga hjá Onnu Mariu, Jógvani Andriasi, ella hvussu eru reglurnar, tá ið vit skulu benda nøvn?

Og barnagarður spyr, hvussu eitt kolbøttestativ kann eita á føroyskum.

- Bóltarútstativ, svara Elin Henriksen stutt og greitt. 

 

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023
Í orðum sum tøkulag og tøkugjald kemur orðið, tøku-, av orðinum taka. Sagnorðið verður gjørt um til eitt navnorð og sett saman við øðrum
09-10-2023
Í gomlum døgum stýrdu fyrisetingarnar millum, til, vegna, innan, uttan hvørsfalli, men í dag stýra tær eisini hvønnfalli - tó ongantíð hvørjumfalli
02-10-2023
Á føroyskum eitur einki voksin ella voksið, tá ið vit tosa um vøkstur. Børnini eru vaksin síðan seinast, og talið er vaksið, staðfestir Elini Henriksen
25-09-2023
Tað er ymiskt, hvørjum føllum ymisk sagnorð stýra. Uttan at hugsa okkum um siga vit at vaska bilin, men vaska barninum. Hví er tað so? Elin Henriksen greinar sagnorð og føll
18-09-2023
Orðini sjálv/ur og einsamøll/mallur verða ofta blandað. Ert tú sjálv inni, ella ert tú einsamøll inni? Elin Henriksen, málkøn, greinar munin
11-09-2023
Tá ið vit vísa tolsemi, eru vit rúmlig og góðtakandi, meðan tol merkir at vera tolin. Hesi bæði, tol og tolsemi, verða ofta blandað
04-09-2023
Ynskisháttur verður so at siga bert brúktur í føstum orðasambondum, og tí er næstan altíð talan um boðshátt, sum hevur ð í fleirtali. Latið bara vera við at hugsa um ynskishát
26-06-2023
Fyrr hóskaði myndin av pisu sera væl til føroyskar studentar, tí tey ungu vóru klár at fara á flog úr reiðrinum til Danmarkar at lesa víðari. Myndin er øðrvísi í dag
19-06-2023
At vakna upp og steingja upp eru dømi um danismur, tí á føroyskum siga vit vanliga, at vit vakna, og vit steingja. Einki upp verður lagt afturat
12-06-2023
Størsti parturin av sendingini er um danismur. Orðingar sum "hetta skal síggjast í ljósinum av", "Føroyar eru komnar í ringt ljós" og aðrar eru til viðgerðar
05-06-2023
At vera borin halakukk er vanlig orðing á føroyskum. Vit tosa um upprunan til orðið
22-05-2023