Málteigurin

Petur og Brandur hava hvør sítt bendingarmynstur
13-09-2021
Hví bendist Brandur: Brandur, Brand, Brandi, Brands, men Petur bendist ikki Petur, Pet, Peti, Pets. Talan er um hvør sítt bendingarmynstur, sigur Elin Henriksen, málkøn

Tað ber illa til at siga 'hví', annað enn at talan er um ymiskar bendingar, tá tað snýr seg um, hvussu nøvn sum Petur/Pætur og Brandur/Teitur bendast, greiðir Elin Henriksen frá.

Tann vanligara bendingin er, at -ur er hvørfalsending og ikki bendingarending:
Brandur, Finnur, Leivur, Teitur, Gundur, Bárður ...
Eg sá Brand, Finn, Leiv, Teit, Gund, Bárð ...
Hjá Brandi, Finni, Leivi, Teiti, Gundi, Bárði ...

Hin bendingin, har -ur er partur av stovninum, er galdandi fyri nøvn sum til dømis: 
Pætur, Petur, Øssur, Aleksandur, Artur, Baldur ...
Eg sá Pætur, Øssur, Aleksandur, Artur, Baldur ...
Hjá Pæturi, Øssuri, Aleksanduri, Arturi, Balduri ...

Í sendingini verður eisini tosað um hessju og turkilag, havhest og náta og um tað eitur at tendra og sløkkja til dømis ein krana.

Flytir/flytur
Sagnorðið, flyta, sæst ofta við endingini, -ir, í nútíð, hóast orðið eigur at stavast við -ur. Hetta kann koma av, at meginreglan er, at sagnorð fáa -ir í nútíð, tá ið tey eru veikt bend og hava tátíðarendingarnar -di ella -ti.

Men har eru nógv undantøk, so í staðin verður ein tummilsregla nýtt í staðin, og hon sigur, at er ljóðskifti, so er endingin -ur, minnir Elin Henriksen á. 

Dømi: selur - seldi, krevur - kravdi, flysur - flusti.
flyta bendist sum flysa, har er ljóðskifti (flusti), og nútíð endar við -ur.

Og síðan er eitt undantak frá tummilsregluni 'ljóðskifti > -ur' er, at vit seta ikki -ur aftan á j, og tí verður tað -ir: flekir - flakti, berjir - bardi.

Rætting

Í sendingini hesa ferð komu boð frá lurtara, sum vildi vera við, at havhestur eitur Fulmar/Follmar á latíni og samansett av hesti/fyli og havi/sjógvi, og helst er tað tí, at vit siga havhestur ... 

Hetta er tó ikki rætt, tí eftir sendingina fingu vit eina rættleiðing sendandi. og hana hava vit gjørt av at seta niðanfyri: 

Onkur lurtari hevði ta viðmerking at latínska heitið á náta/havhesti var fulmarus, og at "ful" skuldi merkja hestur og "mar" skuldi merkja hav. Hetta er skeivt.
Fuglurin æt fúlmar á norrønum, og tað latínska heitið er tikið beint úr norrønum, har tað merkti 'fúlur mási' (sum helst sipar til luktin).

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Lurtari spyr, nær vit brúka orðið, longur, og nær vit brúka orðið, longri. Mállærureglurnar eru greiðar, men ikki allir málfrøðingar eru samdir
15-05-2023
Tað er sera ymiskt, um fólk siga, hvat ella hvør er støðan, munurin og trupulleikin. Svarið er torskilt, tí tað er munur á spurnarfornøvnum og spurnarhjáorðum
08-05-2023
Bakið og ryggurin eru hvør sítt. Ryggurin er ryggjageislarnir, meðan bakið er uttaná
01-05-2023
Hóast bæði hiti og varmi eru gomul, norrøn orð, so er hiti meira góðkent enn varmi
24-04-2023
Føroyska orðið, danga, sum er skip í ringum standi, kemur av enska orðinum, 'danger'
17-04-2023
Enska orðið, 'baby', er trupult at lata í føroyskan málbúna. Vit vita ikki, hvat kyn orðið er, og harvið er óskil á bendingarmynstrinum
03-04-2023
Begynna og snakka og byrja og tosa vísa ymsar stíllegur og eru tvey dømi av mongum um, hvussu fjølbroytt føroyskt er
27-03-2023
Málslig purisma snýr seg stutt sagt um at vilja varðveita sítt egna mál so reint sum møguligt og avmarka ávirkanina úr øðrum málum
20-03-2023
Tað hevði uttan iva verið nógv lættari hjá børnum at telja og at rokna, um vit søgdu fjøruti, fimmti, seksti og tvey hundrað og sjeytitrý, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-03-2023
Vit eiga nógv ymisk orð fyri fremmandaorðið, faktiskt, og tað hevði verið gleðiligt, um vit høvdu brúkt fleiri av teimum, heldur Elin Henriksen
06-03-2023
Hvítu kassarnir, sum vóru brúktir til brennivín fyrr, eru úr polystyren, men verða vanliga nevndir tundur ella flamingo millum føroyingar. Men tundur og flamingo eru hvør sítt
27-02-2023
Orsøkin til, at barnsburður hevur ð, meðan tvíburi ikki hevur ð, er, at talan er um tvey ymisk orð, hóast tey eru skyld hvørt við annað
20-02-2023