- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin
Í sendingunum greiðir Hjalmar P. Petersen, professari í málvísindum, frá broytingum í føroyskum, og hví tær henda.
Hesa ferð verður tosað meira um, hvussu málamót ávirkar málnýtsluna í Føroyum og okkara hug til at skifta millum føroyskt og danskt ella føroyskt og enskt, meðan vit tosa.
Hetta er sætta og seinasta sending.
Hjalmar P. Petersen er professari í málvísindum. Umframt at hava lisið á Fróðskaparsetrinum hevur hann lisið málvísindi í Íslandi og á Yale. Hann hevur høvuðsfak í norrønari filologi í Keypmannahavn og hevur skrivað doktararitgerð um kyn sum morfologiska kategori við universitetið í Hamburg.
Harafturat hevur Hjalmar P. Petersen skrivað ymsar greinar og bøkur um føroyskt, til dømis føroysk mállæra 1, 2 og 3.