Málteigurin

Ítróttafólk kunnu eisini fáa slysni
14-06-2021
Slysni er gamal føroyskt orð fyri vøddaskaðar, og orðið kann eins væl brúkast í ítrótti um fipurspreinging og tað at forstrekkja

Lurtari eftirlýsir føroyska orðið, slysni, sum ikki hoyrist nógv longur. 

Ístaðin finnur tú tægraslit, fipurspreinging ella fibersprængning. Long og knortlig orð. Slysni er stutt, snøgt og føroyskt orð, skrivar lurtarin. 

Elin Henriksen sigur, at tað er so mangan, at tá ið eitthvørt nýtt kemur til landið, so fylgja orðini við, hóast vit hava frálík orð um tað sama, sum hava verið livandi mál.

- Onkur sigur framvegis slysni, sigur Elin Henriksen, og leggur afturat, at orðið hevur kanska ikki heilt neyva merking, men tað kann sigast um vøddapínu av at hava overvað seg, “forstrekkja”.

Orðið er í grundbókini í arbeiðsfysiologi og venjingarfysiologi eftir Magna Mohr og Svannu Hanusardóttur.

- Tó ikki tað sama sum andsperri/andsperra, leggur hon dent á. 

 

Eyðmjúkur og eyðmýkja

Hvussu ber tað til, at tað at vera eyðmjúkur er positivt, meðan at eyðmýkja er negativt?

Orðið merkir upprunaliga eitthvørt, sum letur seg boyggja ella benda. 

- Havi lagt til merkis, at orðið eyðmjúkur verður nýtt við øðrvísi merking nú á døgum, t.d. at onkur sigur seg eyðmjúkan taka við starvi við stórari ábyrgd, greiðir Elin Henriksen frá. 

 

Kvittan og kenslur

Eisini verða orðið, kvittan, og tað at hava eitt hvørt í kvittanum umrødd saman við ensku orðingini 'to quit'. 

Og lurtari spyr, hví 'øll' KVF-fólk spyrja: hvussu er kenslan heldur enn hvussu kennist ella líknandi?

Umframt hesi evni vóru skiljiblað, at taka broddin av, rumbuldós og tað at gána og bola til umrøðu í sendingini hesa ferð. 

 

Slóðir

Her eru nakrar hentar slóðir, um ein ikki finnur eitt orð í orðabókunum ella vil vita, hvønn uppruna eitt orð ella orðing hevur:

https://sedlasavn.setur.fo

málið.is

ordnet.dk

 

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023
Í orðum sum tøkulag og tøkugjald kemur orðið, tøku-, av orðinum taka. Sagnorðið verður gjørt um til eitt navnorð og sett saman við øðrum
09-10-2023
Í gomlum døgum stýrdu fyrisetingarnar millum, til, vegna, innan, uttan hvørsfalli, men í dag stýra tær eisini hvønnfalli - tó ongantíð hvørjumfalli
02-10-2023
Á føroyskum eitur einki voksin ella voksið, tá ið vit tosa um vøkstur. Børnini eru vaksin síðan seinast, og talið er vaksið, staðfestir Elini Henriksen
25-09-2023
Tað er ymiskt, hvørjum føllum ymisk sagnorð stýra. Uttan at hugsa okkum um siga vit at vaska bilin, men vaska barninum. Hví er tað so? Elin Henriksen greinar sagnorð og føll
18-09-2023
Orðini sjálv/ur og einsamøll/mallur verða ofta blandað. Ert tú sjálv inni, ella ert tú einsamøll inni? Elin Henriksen, málkøn, greinar munin
11-09-2023
Tá ið vit vísa tolsemi, eru vit rúmlig og góðtakandi, meðan tol merkir at vera tolin. Hesi bæði, tol og tolsemi, verða ofta blandað
04-09-2023
Ynskisháttur verður so at siga bert brúktur í føstum orðasambondum, og tí er næstan altíð talan um boðshátt, sum hevur ð í fleirtali. Latið bara vera við at hugsa um ynskishát
26-06-2023
Fyrr hóskaði myndin av pisu sera væl til føroyskar studentar, tí tey ungu vóru klár at fara á flog úr reiðrinum til Danmarkar at lesa víðari. Myndin er øðrvísi í dag
19-06-2023
At vakna upp og steingja upp eru dømi um danismur, tí á føroyskum siga vit vanliga, at vit vakna, og vit steingja. Einki upp verður lagt afturat
12-06-2023
Størsti parturin av sendingini er um danismur. Orðingar sum "hetta skal síggjast í ljósinum av", "Føroyar eru komnar í ringt ljós" og aðrar eru til viðgerðar
05-06-2023
At vera borin halakukk er vanlig orðing á føroyskum. Vit tosa um upprunan til orðið
22-05-2023