Málteigurin

At bóka eina tíð kann líka so væl eita at bíleggja
31-05-2021
Fólk bóka sær tíðir, pláss og mangt annað í hesum døgum. Er orðið, bóka, føroyskt fyri enska, to book, spyr lurtari

Í dag brúka fólk orðið, bóka, um alt frá at bóka sær tíð til pláss og mangt annað. Hetta er nýtt, sambært Elini Henriksen.

- Vit plagdu annars at bíleggja tíð ella biðja um pláss. At bóka er nakað heilt annað; tað er at skráseta ella bókføra roknskaparskjøl, t.d. 'bóka allar inntøkurnar og útreiðslurnar' eftir ávísum reglum, sigur hon.

Uppá
Fyrr var vanligari at siga uppá og uppiá, og ofta hevur 'upp' verið koyrt úr á skrift, kanska tí at tað var hildið at vera danisma. Tú kanst t.d. smyrja krem á húðina, har vit fyrr søgdu 'upp á húðina'. Bæði eru í lagi.

Men viðhvørt ber ikki til at koyra 'upp' burturúr, staðfestir Elin Henriksen, málkøn. 

Dømi:
Tað er púra rætt at siga, at 'eg havi ongar pengar uppi á mær'. Hevur tú pengar á tær, so liggja teir á høvdi og herðum og eru kanska festir aðrastaðni við. Tað er eisini rætt at spyrja: 'Hvat vilt tú hava upp á breyð'?

Hinvegin taka vit hvørki klæði ella skógvar á ella uppá. Vit fara í klæði og skógvar.

Og tað ber heldur ikki til at 'ansa uppá'. Vit ansa eftir. Hitt er leivd av 'passa uppá'.

Orðini, to book, smoothie, smekkur, kahýtsjomfrú, grísla og gresja og mentanarnátt eisini umrødd.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023
Í orðum sum tøkulag og tøkugjald kemur orðið, tøku-, av orðinum taka. Sagnorðið verður gjørt um til eitt navnorð og sett saman við øðrum
09-10-2023
Í gomlum døgum stýrdu fyrisetingarnar millum, til, vegna, innan, uttan hvørsfalli, men í dag stýra tær eisini hvønnfalli - tó ongantíð hvørjumfalli
02-10-2023
Á føroyskum eitur einki voksin ella voksið, tá ið vit tosa um vøkstur. Børnini eru vaksin síðan seinast, og talið er vaksið, staðfestir Elini Henriksen
25-09-2023
Tað er ymiskt, hvørjum føllum ymisk sagnorð stýra. Uttan at hugsa okkum um siga vit at vaska bilin, men vaska barninum. Hví er tað so? Elin Henriksen greinar sagnorð og føll
18-09-2023
Orðini sjálv/ur og einsamøll/mallur verða ofta blandað. Ert tú sjálv inni, ella ert tú einsamøll inni? Elin Henriksen, málkøn, greinar munin
11-09-2023
Tá ið vit vísa tolsemi, eru vit rúmlig og góðtakandi, meðan tol merkir at vera tolin. Hesi bæði, tol og tolsemi, verða ofta blandað
04-09-2023
Ynskisháttur verður so at siga bert brúktur í føstum orðasambondum, og tí er næstan altíð talan um boðshátt, sum hevur ð í fleirtali. Latið bara vera við at hugsa um ynskishát
26-06-2023
Fyrr hóskaði myndin av pisu sera væl til føroyskar studentar, tí tey ungu vóru klár at fara á flog úr reiðrinum til Danmarkar at lesa víðari. Myndin er øðrvísi í dag
19-06-2023
At vakna upp og steingja upp eru dømi um danismur, tí á føroyskum siga vit vanliga, at vit vakna, og vit steingja. Einki upp verður lagt afturat
12-06-2023
Størsti parturin av sendingini er um danismur. Orðingar sum "hetta skal síggjast í ljósinum av", "Føroyar eru komnar í ringt ljós" og aðrar eru til viðgerðar
05-06-2023
At vera borin halakukk er vanlig orðing á føroyskum. Vit tosa um upprunan til orðið
22-05-2023