Málteigurin

Urtagarður, havi og kálgarður
17-05-2021
Gamalt var at siga kálgarður um tað, ið vit í dag kalla urtagarður ella havi. Málteigurin viðger urtagarðsorð hesa ferð

Stóra evnið í Málteiginum hesa ferð er urtagarðsorð. Elin Henriksen, málkøn, greiðir soleiðis frá:

Lítið er at ivast í, at føroyingar hava velt grønmeti líka síðan landnámstíð. Tað gamla heitið var kálgarður men har vóru ikki einans røtur veltar. Í kálgarðinum vóru ymisk sløg av grønmeti og urtum. Men røtur (sum eru nær í ætt við kál) man vera eitt tað, sum nógv var velt av. Grønkál veksur eisini heilt væl í Føroyum. Vit hava eisini orðini kálhagi og rótakál.

Í seðlasavninum eru gamlir seðlar, har kálgarður stendur at vera tað sama sum urtagarður ella da. have. Kálgarður er elligamalt heiti, vit kenna tað úr fornnorrønum, har tað var brúkt um tað, sum nú verður nevnt 'havi'.

Vit kunnu ikki tosa um at grógva plantur og grønmeti. Vit kunnu planta, sáa, velta, dyrka, gróðurseta, seta niður. Og so kunnu urtirnar og trøini grógva væl. Og ivast tú í øllum hesum orðunum, brúka so dyrka.

Varðveita og írasáð
Umframt urtagarðsorð viðgera vit eisini orðið, varðveita, og nær tað er rætt at brúka hetta orðið.

Eisini verður lurtaraspurningur, um, hvaðani eyknevnið, írasáð, stavar, svaraður.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Lurtari spyr, nær vit brúka orðið, longur, og nær vit brúka orðið, longri. Mállærureglurnar eru greiðar, men ikki allir málfrøðingar eru samdir
15-05-2023
Tað er sera ymiskt, um fólk siga, hvat ella hvør er støðan, munurin og trupulleikin. Svarið er torskilt, tí tað er munur á spurnarfornøvnum og spurnarhjáorðum
08-05-2023
Bakið og ryggurin eru hvør sítt. Ryggurin er ryggjageislarnir, meðan bakið er uttaná
01-05-2023
Hóast bæði hiti og varmi eru gomul, norrøn orð, so er hiti meira góðkent enn varmi
24-04-2023
Føroyska orðið, danga, sum er skip í ringum standi, kemur av enska orðinum, 'danger'
17-04-2023
Enska orðið, 'baby', er trupult at lata í føroyskan málbúna. Vit vita ikki, hvat kyn orðið er, og harvið er óskil á bendingarmynstrinum
03-04-2023
Begynna og snakka og byrja og tosa vísa ymsar stíllegur og eru tvey dømi av mongum um, hvussu fjølbroytt føroyskt er
27-03-2023
Málslig purisma snýr seg stutt sagt um at vilja varðveita sítt egna mál so reint sum møguligt og avmarka ávirkanina úr øðrum málum
20-03-2023
Tað hevði uttan iva verið nógv lættari hjá børnum at telja og at rokna, um vit søgdu fjøruti, fimmti, seksti og tvey hundrað og sjeytitrý, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-03-2023
Vit eiga nógv ymisk orð fyri fremmandaorðið, faktiskt, og tað hevði verið gleðiligt, um vit høvdu brúkt fleiri av teimum, heldur Elin Henriksen
06-03-2023
Hvítu kassarnir, sum vóru brúktir til brennivín fyrr, eru úr polystyren, men verða vanliga nevndir tundur ella flamingo millum føroyingar. Men tundur og flamingo eru hvør sítt
27-02-2023
Orsøkin til, at barnsburður hevur ð, meðan tvíburi ikki hevur ð, er, at talan er um tvey ymisk orð, hóast tey eru skyld hvørt við annað
20-02-2023