Málteigurin

Ordiliga gott og ordiliga trupult
03-05-2021
Føroyingar brúka orðið, ordiligt, tá dentur skal leggjast á eitthvørt, men av tí sama hvørva føroysk orð sum framúr, hendinga, avbera, sera og stak

Danska orðið 'ordentlig' stendur í móðurmálsorðabókini hjá Jóhan Hendriki.

Har er føroyska stavingin "ordiligt". Merkingin er júst tann sama sum á donskum: Tað er rætt; sum tað skal vera; regluligt, skrivar lurtari og heldur fram: 

Nú verður tað eisini brúkt, har sum dentur skal leggjast á tað, sum sagt verður, t. d. ordiliga ringt, ordiliga trupult, ordiliga lætt og ordiliga gott.

 

Borgarstjóri og songkvinna

Hvaðani stavar orðið, songkvinna, og hví siga vit ikki songmaður?

Borgarstjóri er púra vanligt orð. Lurtari spyr, um tað ikki hevði verið rættari at siga borgarAstjóri.

Tvey onnur orð, sum eisini verða umrødd eru barnapíka og ásýniligur.

 

'Pop it' og 'toast'

Nýtt spæl eitur 'Pop it' á enskum, men hvussu eitur tað á føroyskum?

Elin Henriksen, málkøn, skjýtur upp at siga 'at poppa', men fleiri lurtarar gera vart við, at eitt annað spæl eitur 'Bob', og tá siga fólk ofta, at tey fara at poppa.

Ein annar lurtari spyr, hvussu 'toast' skal bendast, og hvat kyn orðið er. Elin Henriksen greiðir frá, at hon bara kennir orðið sum snerkt (ella rist), hvítt breyð ella breyðflísar, sum eru ætlaðar at snerkja (ella rista).

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Lurtari spyr, nær vit brúka orðið, longur, og nær vit brúka orðið, longri. Mállærureglurnar eru greiðar, men ikki allir málfrøðingar eru samdir
15-05-2023
Tað er sera ymiskt, um fólk siga, hvat ella hvør er støðan, munurin og trupulleikin. Svarið er torskilt, tí tað er munur á spurnarfornøvnum og spurnarhjáorðum
08-05-2023
Bakið og ryggurin eru hvør sítt. Ryggurin er ryggjageislarnir, meðan bakið er uttaná
01-05-2023
Hóast bæði hiti og varmi eru gomul, norrøn orð, so er hiti meira góðkent enn varmi
24-04-2023
Føroyska orðið, danga, sum er skip í ringum standi, kemur av enska orðinum, 'danger'
17-04-2023
Enska orðið, 'baby', er trupult at lata í føroyskan málbúna. Vit vita ikki, hvat kyn orðið er, og harvið er óskil á bendingarmynstrinum
03-04-2023
Begynna og snakka og byrja og tosa vísa ymsar stíllegur og eru tvey dømi av mongum um, hvussu fjølbroytt føroyskt er
27-03-2023
Málslig purisma snýr seg stutt sagt um at vilja varðveita sítt egna mál so reint sum møguligt og avmarka ávirkanina úr øðrum málum
20-03-2023
Tað hevði uttan iva verið nógv lættari hjá børnum at telja og at rokna, um vit søgdu fjøruti, fimmti, seksti og tvey hundrað og sjeytitrý, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-03-2023
Vit eiga nógv ymisk orð fyri fremmandaorðið, faktiskt, og tað hevði verið gleðiligt, um vit høvdu brúkt fleiri av teimum, heldur Elin Henriksen
06-03-2023
Hvítu kassarnir, sum vóru brúktir til brennivín fyrr, eru úr polystyren, men verða vanliga nevndir tundur ella flamingo millum føroyingar. Men tundur og flamingo eru hvør sítt
27-02-2023
Orsøkin til, at barnsburður hevur ð, meðan tvíburi ikki hevur ð, er, at talan er um tvey ymisk orð, hóast tey eru skyld hvørt við annað
20-02-2023