Málteigurin

'Case', keys ella stakføri
19-04-2021
Enska orðið, 'case', ella 'keys' verður brúkt nógv í ymsum yrkjum. Orðið er komið fyri at vera, metir Elin Henriksen, hóast fleiri føroysk boð eru

Lurtari, sum arbeiðir á einum staði, har orðið, 'case', ofta verður brúkt, tá tey fiktivt tosa um eitt dømi, har fólk eru sjúk ella komin í eina støðu, har tey hava tørv á hjálp.

Lurtarin eftirlýsir eitt føroyskt orð fyri 'case. Ein annar lurtari skrivar soleiðis um sama orð:

Tá 'a case' er umsett til ein hending ella sak, verður skrivað keys ístaðin fyri 'case'. Tá eg síggi keys, so hugsi eg bara um lyklar.

Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, at summi stava tað 'keys' (kvennkyn, fleiri keysir), men siga kortini ikki 'kjeys'.

- Orðið 'dømi' verður eisini sagt um 'case', ella kanska er 'hugsað dømi' frægari. 'Vit greiða frá einum hugsaðum dømi' ella 'Hetta hugsaða dømið sigur okkum, at ... ', sigur hon og leggur afturat, at 'keys' er annars kent av gomlum trolarum: hús á dekkinum undir brúnni og aftureftir.

Nøkur uppskot um føroysk orð fyri 'case' komu inn. Søgudømi og stakdømi komu frá lurtarum, og stakføri stendur í enskt/føroyskt orðabókini.

 

Gott fyri skarni

'Tak tær eitt handklæði, sum er gott fyri skarni'.

- Orðið, skarn, merkir ikki bara lortur, men skittur sum heild, sigur Elin Henriksen.

Í FØ-FØ orðabókini stendur soleiðis: vera gott fyri skarni ikki dálkast illa, hvít seingjarklæði vóru so ring fyri skarni;

 

Einstáttaðar orðingar og 'at trupla'

'Eg ímyndi mær' og 'tað er ongin loyna' eru orðingar, sum hoyrast í heilum fyri tíðina. Lurtari heldur, at málið eigur at vera fjølbroyttari.

Og so viðger Málteigurin eisini lýsingarorðið, trupult, sum nú er brúkt sum sagnorð, at trupla.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023
Í orðum sum tøkulag og tøkugjald kemur orðið, tøku-, av orðinum taka. Sagnorðið verður gjørt um til eitt navnorð og sett saman við øðrum
09-10-2023
Í gomlum døgum stýrdu fyrisetingarnar millum, til, vegna, innan, uttan hvørsfalli, men í dag stýra tær eisini hvønnfalli - tó ongantíð hvørjumfalli
02-10-2023
Á føroyskum eitur einki voksin ella voksið, tá ið vit tosa um vøkstur. Børnini eru vaksin síðan seinast, og talið er vaksið, staðfestir Elini Henriksen
25-09-2023
Tað er ymiskt, hvørjum føllum ymisk sagnorð stýra. Uttan at hugsa okkum um siga vit at vaska bilin, men vaska barninum. Hví er tað so? Elin Henriksen greinar sagnorð og føll
18-09-2023
Orðini sjálv/ur og einsamøll/mallur verða ofta blandað. Ert tú sjálv inni, ella ert tú einsamøll inni? Elin Henriksen, málkøn, greinar munin
11-09-2023
Tá ið vit vísa tolsemi, eru vit rúmlig og góðtakandi, meðan tol merkir at vera tolin. Hesi bæði, tol og tolsemi, verða ofta blandað
04-09-2023
Ynskisháttur verður so at siga bert brúktur í føstum orðasambondum, og tí er næstan altíð talan um boðshátt, sum hevur ð í fleirtali. Latið bara vera við at hugsa um ynskishát
26-06-2023
Fyrr hóskaði myndin av pisu sera væl til føroyskar studentar, tí tey ungu vóru klár at fara á flog úr reiðrinum til Danmarkar at lesa víðari. Myndin er øðrvísi í dag
19-06-2023
At vakna upp og steingja upp eru dømi um danismur, tí á føroyskum siga vit vanliga, at vit vakna, og vit steingja. Einki upp verður lagt afturat
12-06-2023
Størsti parturin av sendingini er um danismur. Orðingar sum "hetta skal síggjast í ljósinum av", "Føroyar eru komnar í ringt ljós" og aðrar eru til viðgerðar
05-06-2023
At vera borin halakukk er vanlig orðing á føroyskum. Vit tosa um upprunan til orðið
22-05-2023