Málteigurin

Av sínum eintingum og av einslistum eru hvør sítt
12-04-2021
Tað er ikki tað sama at gera eitthvørt av sínum eintingum og av einslistum. Men tað ber til at gera nakað av sínum eintingum av einlistum

At gera nakað av sínum eintingum og av einslistum hava hvør sína merking, men orðini líkjast, og fólk blanda tey tí ofta.

Sama støða ger seg galdandi við orðum sum burðardygg og burðarfør. Men hvussu er so við lýti og lýtaleysum?

Í seinastu sending tosaðu vit um falskar vinir, sum eitt málfrøðiligt hugtak, og vit taka afturíaftur evnið hesa ferð. Millum annað hava vit fingið yrking sendandi frá lurtara við stuttligum orðaspæli:

Fyrr vóru flestar ommur fittar og fleiri feitar,
tær vistu ei, at tað var feitt at vera fittar,
tær vóru ei bundnar av tí, sum sokkar,
men tær bundu sokkar,
dyrkaðu neyvan sport,
kendu onki til visakort,
tær brúktu fáar pengar,
men vóru sjáldan svangar,
tær vóru blíðar, men strangar,
um summarið sólbrendar og um veturin bleikar.

Stylaðu sær hárið við neti,
uttan hjálp frá interneti,
sum ungar tær gingu inn í hjúnaband,
uttan at boða tað ígjøgnum breiðband,
skrivaðu ei um, nær settar tær vóru kalendara í,
rokaðust altíð og áttu, tá tær vóru komnar á tíð.

                                                                      ónevndur


Umframt hesi evnini tosa vit eisini um orðini, snjallur, frískt og sjúkt.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Lurtari spyr, nær vit brúka orðið, longur, og nær vit brúka orðið, longri. Mállærureglurnar eru greiðar, men ikki allir málfrøðingar eru samdir
15-05-2023
Tað er sera ymiskt, um fólk siga, hvat ella hvør er støðan, munurin og trupulleikin. Svarið er torskilt, tí tað er munur á spurnarfornøvnum og spurnarhjáorðum
08-05-2023
Bakið og ryggurin eru hvør sítt. Ryggurin er ryggjageislarnir, meðan bakið er uttaná
01-05-2023
Hóast bæði hiti og varmi eru gomul, norrøn orð, so er hiti meira góðkent enn varmi
24-04-2023
Føroyska orðið, danga, sum er skip í ringum standi, kemur av enska orðinum, 'danger'
17-04-2023
Enska orðið, 'baby', er trupult at lata í føroyskan málbúna. Vit vita ikki, hvat kyn orðið er, og harvið er óskil á bendingarmynstrinum
03-04-2023
Begynna og snakka og byrja og tosa vísa ymsar stíllegur og eru tvey dømi av mongum um, hvussu fjølbroytt føroyskt er
27-03-2023
Málslig purisma snýr seg stutt sagt um at vilja varðveita sítt egna mál so reint sum møguligt og avmarka ávirkanina úr øðrum málum
20-03-2023
Tað hevði uttan iva verið nógv lættari hjá børnum at telja og at rokna, um vit søgdu fjøruti, fimmti, seksti og tvey hundrað og sjeytitrý, heldur Elin Henriksen, málkøn
13-03-2023
Vit eiga nógv ymisk orð fyri fremmandaorðið, faktiskt, og tað hevði verið gleðiligt, um vit høvdu brúkt fleiri av teimum, heldur Elin Henriksen
06-03-2023
Hvítu kassarnir, sum vóru brúktir til brennivín fyrr, eru úr polystyren, men verða vanliga nevndir tundur ella flamingo millum føroyingar. Men tundur og flamingo eru hvør sítt
27-02-2023
Orsøkin til, at barnsburður hevur ð, meðan tvíburi ikki hevur ð, er, at talan er um tvey ymisk orð, hóast tey eru skyld hvørt við annað
20-02-2023