- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin
Føroyskt er so stirvið, føroyskt er so trupult at læra, føroyskt hevði verið lættari uttan bendingar og ð og vit eiga at kunna tosa, sum okkum lystir.
Hesi uppáhald eru ikki nýggj, men eru framvegis at hoyra.
Samstundis floyma nýggj orð og orðingar inn í málið hvønn dag. Oftari og oftari hoyra vit fólk, sum arbeiða við børnum, siga, at føroysk børn tosa meira og meira enskt, og at tey duga enskt, áðrenn tey fara í skúla.
Í sendingini tosa vit um, hvat ávirkanin uttaneftir kann hava við sær, um hugburðin til málið og at varðveita tað og hvørji krøv setur tað til okkara, sum hava føroyskt sum móðurmál?
Elin Henriksen, málkøn, leggur dent á, at føroyingar eiga málið og mugu vera góðir við tað.
- Tað er ikki so langt síðan, at føroyingar fóru at tosa føroyskt aðrastaðni enn við hús. Og tað er umráðandi, at vit ikki taka tað sum givið og gloyma at verja og varðveita málið, sigur hon.
25. mars er móðurmálsdagur í Føroyum og føðingardagur V. U. Hammerhaimbs.
Hetta høvið brúkar Málteigurin til at steðga á og gera upp - hvussu sær støðan út í løtuni? Beint upp undir móðurmálsdagin 2021.