- Tíðindi, mentan og ítróttur
Málteigurin
Eitt evni, sum fyllir nógv í dagsins sending, er staðarnøvn, og ein av spurningunum er, nær skulu vit týða staðarnøvn til føroyskt?
Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, at meginreglan er, at tað, sum verður týtt til føroyskt og/ella stavað á føroyskum, eru nøvn á sjálvstøðugum londum og nøvn á landafrøðiligum fyribrigdum, sum røkka yvir fleiri lond, t.d. høv, áir og fjallaryggir.
Dømi: Miðjarðarhav, Amasoná, Alpurnar.
Nøvn inni í øðrum londum verða ikki týdd. Tey verða stavað sambært høvuðsmálinum í viðkomandi landi. Undantøk: býir og annað, sum er uppkallað eftir landanavninum.
Dømi: Meksikobýur.
Hendan meginreglan fyri at týða landanøvn og landafrøðilig fyribrigdi er altjóða og ásett av ST.
- Onnur undantøk eru nøvn, har gomul siðvenja er at týða tey, og nøvnini verða brúkt týdd í talumáli, sigur Elin Henriksen.
Dømi: Keypmannahavn, Hetland. Ella suðurendin á Grønlandi: Hvarvið ella Kappin og ikki Nunap Isua
Fyrisetingar við stórum ella ikki
Ein annar spurningur er, hvussu er við fyrisetingum í staðarnøvnum - so sum á/Á Brúgv, í/Í Barmi, handan/Handan Á og oman/Oman Valrætt. Skulu fyrisetingarnar skrivast við stórum ella lítlum?
Harafturat hava vit eisini fingið ein spurning, um Turiðargøta eitur 'Turijar' ella 'Turidar'.
Harafturat verður tosað um, hvat orðingin 'at sláa falska mentu' merkir og um orðingina, 'at standa á kagi'.