Málteigurin

At njóta og nýta
26-11-2020
Hvat er munurin á at njóta og nýta, spyr lurtari. Elin Henriksen greiðir frá, hví vit blanda hesi bæði so ofta

'Vit hava notið tað góða veðrið' og 'Vit hava nýtt tað góða veðrið' er púra hvør sítt, staðfestir Elin Henriksen, málkøn. 

Lurtari spyr, hvat munurin er á orðunum, at njóta og at nýta. 

Í tí fyrra hava tey tikið sær av løttum:

Dømi: Vit njóta ta góðu feriuna. Hann nýtur at eta góðan mat. Tey nutu biltúrin. Vit hava notið at verið her.

Í tí seinna hava tey arbeitt:

Dømi: Vit nýta skuplu at grava kava við. Hon nýtir saks at klippa við. Tey nýttu brillur.

- Hesi bæðini orðini eru næstan eins í nútíð, og tí koma tey ofta í bland, sigur Elin Henriksen.

 

Navnháttur Nútíð Tátíð eintal Tátíð fleirtal Lýsingarháttur
nýta nýtir nýtti nýttu nýtt
njóta nýtur neyt nutu notið


Harafturat verður nýta eisini brúkt sum miðalsøgn, og tá er tað (næstan) tað sama sum at 'pjøvast'.

Dømi: Mær nýtist ein góðan knív. Tær nýtist ikki at geva mær hann.

 

Dupult negatión og sagnorð

Hvat merkir tað at forða fyri, at okkurt IKKI hendir, og enda sagnorð altíð við a, um at stendur frammanfyri, eru tveir aðrir spurningar í hesari sendingini. 

At forða fyri, at okkurt ikki hendir, merkir í grundini tað øvugta, og sagnorð enda ikki altíð við a, fyri tað um at stendur frammanfyri. 

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Tað er vorðið vanligari at siga hækkar og lækkar enn fyrr. Ivast tú, sig so heldur veksur og minkar enn hækkar og lækkar, sigur Elin Henriksen, málkøn
16-10-2023
Í orðum sum tøkulag og tøkugjald kemur orðið, tøku-, av orðinum taka. Sagnorðið verður gjørt um til eitt navnorð og sett saman við øðrum
09-10-2023
Í gomlum døgum stýrdu fyrisetingarnar millum, til, vegna, innan, uttan hvørsfalli, men í dag stýra tær eisini hvønnfalli - tó ongantíð hvørjumfalli
02-10-2023
Á føroyskum eitur einki voksin ella voksið, tá ið vit tosa um vøkstur. Børnini eru vaksin síðan seinast, og talið er vaksið, staðfestir Elini Henriksen
25-09-2023
Tað er ymiskt, hvørjum føllum ymisk sagnorð stýra. Uttan at hugsa okkum um siga vit at vaska bilin, men vaska barninum. Hví er tað so? Elin Henriksen greinar sagnorð og føll
18-09-2023
Orðini sjálv/ur og einsamøll/mallur verða ofta blandað. Ert tú sjálv inni, ella ert tú einsamøll inni? Elin Henriksen, málkøn, greinar munin
11-09-2023
Tá ið vit vísa tolsemi, eru vit rúmlig og góðtakandi, meðan tol merkir at vera tolin. Hesi bæði, tol og tolsemi, verða ofta blandað
04-09-2023
Ynskisháttur verður so at siga bert brúktur í føstum orðasambondum, og tí er næstan altíð talan um boðshátt, sum hevur ð í fleirtali. Latið bara vera við at hugsa um ynskishát
26-06-2023
Fyrr hóskaði myndin av pisu sera væl til føroyskar studentar, tí tey ungu vóru klár at fara á flog úr reiðrinum til Danmarkar at lesa víðari. Myndin er øðrvísi í dag
19-06-2023
At vakna upp og steingja upp eru dømi um danismur, tí á føroyskum siga vit vanliga, at vit vakna, og vit steingja. Einki upp verður lagt afturat
12-06-2023
Størsti parturin av sendingini er um danismur. Orðingar sum "hetta skal síggjast í ljósinum av", "Føroyar eru komnar í ringt ljós" og aðrar eru til viðgerðar
05-06-2023
At vera borin halakukk er vanlig orðing á føroyskum. Vit tosa um upprunan til orðið
22-05-2023