Leitisstein

LEITISSTEIN 03.10.2023 (RSP)
03-10-2023
Limirnir í RSP eru gestir í LEITISSTEIN, har farið verður afturum søguna hjá bæði bólkinum og umstríddu sangunum

RSP er bæði Føroya best umtókti, men eisni mest umstríddi bólkur.

Teir tríggir, Heini "RonRec" Ronnason á Heygum, Steingrímur "Stoney" Hallson og Bjarki "Popparin" Jónsson, hava yvir summarið spælt á størstu pallunum her á landið á bæði Summarfestivalinum og á G!

Men í summar útgóvu teir eisini nakrar av mest spældu og umrøddu sangunum, eitt nú "Uttanfyri mín hurð", "Ball í bili", "Honky tonk" og ikki mínst "Hygg eftir mær" í skapti nógv øsing.

RonRec, Stoney og Popparin eru gestir í LEITISSTEIN, har farið verður afturum bæði bólkin og sangirnar.

Leitisstein

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki.  Týskvøld klokkan 21, og so verður sendingin endursend hósdagar millum klokkan 13 og 15. Sendingin er eisini á Facebook og Spotify.
Nýggjur tónleikur frá eitt nú Pearl Jam, Adrianne Lenker, Phosphorescent, Brittnay Howard, Mumford & Sons og øðrum
14-02-2024
Nógvur nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur er at hoyra í sendingini
06-02-2024
Nógvur spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni aftur við øllum illveðrinum
30-01-2024
"State of the Land" eitur nýggja plátan hjá Lenu Anderssen, ið kemur út 26. januar. Lena Anderssen er gestur í sendingini
23-01-2024
Nógvur spikahamrandi feitur nýggjur tónleikur er at hoyra í sendingini
17-01-2024
Nakrir av bestu og mest spældu sangunum í LEITISSTEIN frá 2023
09-01-2024
Saman við Eileri Sørensen verður róð aftur á alternativa tónleikaárið 2023, og burtur úr spurdist ein spikahamrandi feit sending
02-01-2024
Sum tað er vorðið siðvenja, so verður alternativur jólatónleikur spældur í síðstu LEITISSTEIN-sendingini fyri jól. Eiler Sørensen er hin jólanissan
19-12-2023
Orka hevur síðani tónlistarligaverkætlanin sá dagsins ljós í einum fjósi Innan Glyvur 2005 verið slóðbrótandi, og tað er Orka enn, nú sætta heildarútgávan er útgivin
13-12-2023
Sendingin er ein kvøða til írska/enska-tónlistamannin Shane MacGowan, ið andaðist 30. november, 65 ára gamal
05-12-2023
"Hjartasláttur" kallast nýggja plátan hjá Knúti Háberg Eysturstein, ið er gestur í sendingini
28-11-2023
Dugnaliga Døgg Nónsgjógv er gestur í sendingini í sambandi við, at hon herfyri útgav EP'ina "Døggfallin", sum er fyrsti nýggi tónleikur, ið Døgg gevur út í seks ár
21-11-2023