- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leitisstein
"Døggfallin" kallast nýggja EP'in hjá Døgg Nónsgjógv. Talan er um fyrsta nýggja tónleikin, ið Døgg gevur út í seks ár.
Døgg Nónsgjógv er gestur í sendingini.
Tað var annars fyri 10 árum síðani, at ein blaðung Døgg Nóngsgjógv trein inn á føroyska tónleikapallin og gjørdist beinanvegin fólkaogn við lagnum "Tú tók mína hond". Síðan 2013 hevur Døgg givið eina heildarútgávu og fýra stakløg út.
Seinasta staklagið kom í 2017, og síðani hevur tað verið tøgn um Døgg. Inn til nú.
Á "Døggfallin" eru fimm løg, ið viðgera djúp, kenslulig evni, so sum heimleysan kærleika, sorg, lammandi ótta og vón. Intima ljóðmyndin og ráu erligu tekstirnir leggja upp til persónligt samband við lurtaran ? eins og samrøður millum vinir um trupul evni.
Løgini eru skrivað í samstarvi við Høgna Lisberg, sum eisini hevur staðið fyri at framleiða útgávuna.