Hyggjuráðið

Hyggjuráðið
12-03-2020
Í Hyggjuráðnum hesaferð ummæla vit tvær sendirøðir og ein film

Jane Austin er aftur og aftur tillagað til film, hesaferð er tað skaldsøgan “Emma”, sum er gjørd til film við sama heiti, og Anya Taylor-Joy spælir høvuðsleiklutin sum Emma.

Síðani hava vit aftur eina Stephen King tillaging, í hesum føri “The Outsider”, ein sendirøð í tíggju pørtum, ið byggir á bókina við sama heiti eftir Horror-konginum sjálvum.

Og síðst hava vit donsku spennings-drama sendirøðina “Når støvet har lagt sig”, ið tekur støði í lagnunum hjá átta fólkum áðrenn og aftaná eitt yvirgangsálop í Keypmannahavn.

Hyggjuráðið

Hyggjuráðið er ummælarasending í sjónvarpinum, har alskyns livandi myndir verða lagdar undir sjóneyku.

Hyggjuráðið ummælir filmar, sendirøðir, dokumentarar, stuttfilmar og mangt annað gott bæði føroyskt og útlendskt.

Ummælaramanningin verður væl blandað bomm av filmglaðum og kønum fólki, ið kína og kritisera aktuellar livandi myndir saman við vertinum, Pæturi Marjunarson Dahl. Hyggjuráðið gevur hyggjuráð at hyggja eftir!

Í Hyggjuráðnum hesaferð ummæla vit tveir filmar og eina stutta sendirøð
17-01-2020
Í Hyggjuráðnum hesaferð er ein stórfingin krígsfrásøgn, ein true-crime dokumentar sendirøð og ein ævisøgufilmur
10-01-2020
20-12-2019
"Rick And Morty", "Sorry We Missed You" & "Last Christmas"
13-12-2019
"South Park", "Knives Out" & "Apocalypse Now: Final Cut"
06-12-2019
"Tell Me Who I Am", "Big Little Lies" og "The Irishman"
29-11-2019
"Succesion", "Doctor Sleep" & "The Watchmen"
22-11-2019
  •