Hyggjuráðið

Hyggjuráðið 03
06-12-2019
"South Park", "Knives Out" & "Apocalypse Now: Final Cut"

Hey øll somul og vælkomin aftur til Hyggjuráðið!

Aftur hesuferð er posin gott blandur við miðlagóðgæti. Vit fara hugna okkum við tí grovu samfelagsrevsandi satiruni í amerikansku animatións-sendirøðini "South Park", síðani fara vit at de-konstruera klassisku krimi-genré’una í spildur nýggja filminum “Knives Out" eftir Rian Johnson, og síðst men avgjørt ikki minst, fara vit ein túr aftur í tíðina við at hyggja at "Apocalypse Now" eftir Francis Ford Coppola, nú sum Final Cut.

Vælkomin til Hyggjuráðið. 

 

Hyggjuráðið

Hyggjuráðið er ummælarasending í sjónvarpinum, har alskyns livandi myndir verða lagdar undir sjóneyku.

Hyggjuráðið ummælir filmar, sendirøðir, dokumentarar, stuttfilmar og mangt annað gott bæði føroyskt og útlendskt.

Ummælaramanningin verður væl blandað bomm av filmglaðum og kønum fólki, ið kína og kritisera aktuellar livandi myndir saman við vertinum, Pæturi Marjunarson Dahl. Hyggjuráðið gevur hyggjuráð at hyggja eftir!

5 doyligir dokumentarar til gott sóttarundirhald
27-03-2020
5 feitir filmar til gott sóttarundirhald
25-03-2020
5 sendirøðir til gott sóttarundirhald
22-03-2020
Í Hyggjuráðnum hesaferð ummæla vit tvær sendirøðir og ein film
12-03-2020
Í Hyggjuráðnum hesaferð ummæla vit tveir nýggjar biograf filmar og eina HBO sendirøð
05-03-2020
....við Gudmund Helmsdal
27-02-2020
Í Hyggjuráðnum hesaferð ummæla vit tríggjar amerikanskar filmar
27-02-2020
Sendingin hesaferð snýr seg um Geytan 2020
20-02-2020
Í Hyggjuráðnum hesaferð ummæla vit tríggjar sera ymiskar filmar
13-02-2020
Hyggjuráðið hesaferð snýr seg um Oscar virðislønirnar, sum verða latnar sunnukvøldið 9. februar
06-02-2020
Í Hyggjuráðnum hesaferð ummæla vit ein film, ein dokumentarfilm og eina sjónvarpsrøð, sum hevur nógv ár á bakið
31-01-2020
Í Hyggjuráðnum hesaferð ummæla vit tveir filmar og ein føroyskan stuttfilm
24-01-2020