Stúra nú fuglakrím smittar fólk

Stúra nú fuglakrím smittar fólk
Nakrir hundrað tilburðir hava verið, har djór hava smittað fólk
 
20.04.2024 - 16:17

Heimsheilsustovnurin WHO er stúrin, nú djór kunnu smitta fólk við fuglakrími.

Tað segði leiðandi granskarin hjá WHO, Jeremy Farrar, á tíðindafundi í Genéve í dag.

Virusið við fuglakrími H5N1 byrjaði í 2020, og tað hevur smittað súgdjór, og hevur dripið tíggjutals milliónir heimafugl og villan fugl.

Eisini hava nakrir hundrað tilburðir verið, har djór hava smittað fólk. 

- Í hesum førum hevur deyðatalið verið óvanliga stórt. Og tað ger okkum stúrin, segði Farrar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV