Seks fólk stungin til deyðis í Sidney

Seks fólk stungin til deyðis í Sidney
Ein maður legði á tilvildarlig fólk í eini sølumiðstøð í Sidney
Seks fólk doyðu eftir kníválopið og fleiri eru álvarsliga skadd
Mynd: David Gray/AFP/Ritzau Scanpix  
 
13.04.2024 - 12:03

Seks fólk doyðu, eftir at ein maður í australska býnum Sidney leyp á fólk við knívi í einum sølumiðstøð har. Maðurin varð skotin av løgregluni og doyði stutt eftir.

Fleiri eru álvarsliga særd og flutt á sjúkrahús, millum annað eitt lítið barn, skrivar DR.

Tað er enn ógreitt hví maðurin brádliga leyp á heilt tilvildarliga fólk í sølumiðstøðini
Maðurin fór inn á sølumiðstøðina Bondi Junction Westfield klokkan trý seinnapartin australska tíð, tá sum flest fólk vóru har.

Hann fór so útaftur, men vendi aftur fimtan minuttir seinni og stakk eini níggju fólk við knívi. Løgreglan kom skjótt á staðið og flutti øll fólk burtur og stutt eftir skjeyt løgreglan mannin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537