Flogfeløg avlýsa túrar til Iran

Flogfeløg avlýsa túrar til Iran
Fleiri flogfeløg hava avlýst sínar flogrutur til Iran og rutur, ið eru ígjøgnum iranskt loftrúm, tí mett verður, at tað er ov hættisligt
 
13.04.2024 - 12:03

Australska flogfelagið Qantas er m.a. steðgað við beinleiðis túrunum millum London og Australia, fyri at sleppa undan iranskum loftrúmi. Ístaðin hevur flogfelagið valt eina aðra leið og millumlendir nú í Singapore. 

Tað er av trygdarávum, at fleiri flogfeløg broyta ferðaætlan. Óttast verður fyri einum iranskum álopi á Ísrael, ið kann fara fram, uttan at hædd verður tikin fyri ferðafólkaflogferðslu. Tað skrivar The Gardian. 

Eisini eysturríska flogfelagið Austrian Airlines hevur broytt ferðaætlan. Allar rutur til Iran eru fyribils avlýstar og aðrar rutur í iranskum loftrúmi broyttar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537