Bygningurin fingið stóran skaða, men ikki vørurnar

Bygningurin fingið stóran skaða, men ikki vørurnar
Hildið verður, at eldurin í goymslubygninginum hjá Faroe Ship kyknaði í sambandi við arbeiðið millum tveir samanbygdar bygningar
Eldurin í goymlsubygninginum hjá Faroe Ship varð sløktur klokkan 18.45 í gjárkvøldið.
Mynd: Mathias Dimon Næs  
 
11.04.2024 - 12:10

Bygningurin hjá Faroe Ship á havnarlagnum í Havn hevur fingið stóran skaða, eftir at eldur kom í hann seinnapartin í gjár.

Tað sigur Bogi P. Nielsen, stjóri í Faroe Ship. Hann fegnast tó um, at vørurnar, sum standa í bygninginum, tykjast ikki athava fingið nakran skaða.

Orsøkin til eldsbrunan er ikki endaliga staðfest enn, men hildið verður, at tað var í sambandi við arbeiðið millum tveir samanbygdar bygningar, at eldurin kyknaði.

 

Bogi P. Nielsen er stjóri í Faroe Ship. Á myndini sæst eisini, at eldur hevur verið millum skins og hold í goymslubygninginum. (Mynd: Kári Mikkelsen)

 

Stjórin í Faroe Ship sigur, at tað fer at taka nakrar mánaðir at umvæla goymlsubygningin, men vørukundarnir verða ikki nervaðir.

Hoyr samrøðu við Boga P. Nielsen her:

 

11042024_Bogi_P__Nielsen

 

Tummas Pauli av Reyni, átaksleiðari hjá sløkkiliðnum í Havn, sigur, at eldurin var endaliga sløktur klokkan 18.45 í gjárkvøldið. 

Politiið kannar í løtuni, hví eldur kom í.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Mánadag 29. apríl
Norðurljóð 29.apríl 2024
174355
Mánadag 29. apríl
Fer ein nýggjur venjari at bjarga KÍ
174334
Mánadag 29. apríl
Verið góð við móðurmálið
174325
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
174281
Leygardag 27. apríl
Sement 2024: Finalan (3:3)
174270
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178

Annað frá KVF