Avstralia nevnir møguleikan fyri tvílandaloysn í Miðeystri

Avstralia nevnir møguleikan fyri tvílandaloysn í Miðeystri
Vit eiga at umhugsa at gera hetta nú, í eini roynd at áa frið og bróta endaleysu harðskaparringrásina, sigur avstralski uttanríkisráðharrin
Penny Wong er uttanríkisráðharri í Avstralia.
 
10.04.2024 - 09:38

Avstralski uttanríkisráðharrin umrøðir nú møguleikan at góðkenna Palestina sum sjálvstøðugan stat.

Avstralia er millum tey londini, sum ikki alment góðkennir ein palestinskan stat.

Men landið eigur at umhugsa at gera tað nú, í royndunum at fáa frið og at bróta endaleysu harðskaparringrásina, sigur avstralski uttanríkisráðharrin, Penny Wong, sambært bretska kringvarpinum BBC.

Altjóða samfelagið hevur í áratíggju til fánýtis roynt at samráðast til tess at fáa frið millum Ísrael og Palestina, og samstundis hevur stjórnin hjá Netanyahu ikki viljað umrøtt spurningin um ein palestinskan stat, sigur ráðharrin.

Altjóða samfelagið er farið at umrøða henda spurning, sum á ein hátt at kann fáa í lag eina loysn við tveimum statum, sigur Penny Wong.

Hon staðfestir, at Hamas, sum er á yvirgangslistanum hjá bæði ES og USA, tó ikki skal hava stjórnarvald í einum palestinskum stati.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537