Vandi fyri at verjuskip av misgáum skjýtur rakett

Vandi fyri at verjuskip av misgáum skjýtur rakett
Danska sjóferðslustýrið ávarar um, at petti frá rakettini kunnu detta niður í eitt øki, sum er beint í siglingarleiðini við brúnna um Stórabelt
Vandi er fyri, at verjuskipið Niels Juel óætlað skjýtur eina rakett, og danska sjóferðslustýrið ávarar um støðuna. (Savnsmynd)
 
04.04.2024 - 15:04

Í løtuni vera skip og bátar biðin um at halda seg burtur úr einum øki í Stórabelti í Danmark.

Orsøkin er, at ein skutilsrakett - tað sum á donskum verður nevnt eitt harpunmissil -  á verjuskipinum Niels Juel er í vanda fyri óætlað at verða skotin avstað.

Tað upplýsir sjóferðslustýrið í tíðindaskrivi. 

Stýrið ávarar um, at petti frá rakettini kunnu detta niður í eitt øki, sum er beint í siglingarleiðini við brúnna um Stórabelt.

Danska verjan sigur somuleiðis í tíðindaskrivinum, at tað ber ikki til at deaktivera rakettina í løtuni. 

Serfrøðingar arbeiða tó við at loysa trupulleikan, sigur danska verjan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Andaktin
175305
Mánadag 20. mai
Andaktin
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269