Skipari: Innvølur til lands og endurnýgging av flotanum hanga saman

Skipari: Innvølur til lands og endurnýgging av flotanum hanga saman
Ísfiskatrolarin Breiðanes tók í nógv ár livur við til lands og seldi millum annað í sínari tíð til lýsivirkið á Eiði
Breiðanes, sum í sínari tíð tók livur við til lands. (Savnsmynd)
 
04.04.2024 - 18:06

Tað ber til at fáa innvølin á fiski til høldar og føra hann við til lands. Men best er, at hetta hongur saman við at endurnýggja av fiskiflotan.

Tað heldur Hanus Poulsen, skipari á Breiðanesi.

Breiðanes tók í nógv ár livur við til lands og seldi millum annað í sínari tíð til lýsivirkið á Eiði.

Breiðanes er í løtuni til fiskiskap, men tekur í løtuni ikki innvølirnar til lands.

Eisini trolarar í Vestmanna samstarvaðu við lýsivirkið, um at fáa innvølir til lands.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

04042024_Breidanes_og_livur

 

Dennis Holm, landsstýrismaður, ætlar, at frá 1. juni í ár skulu 20 prosent av øllum innvølum frá fiskiskapi við Føroyar takast við inn til lands.

Í 2030 er ætlanin, at allur innvølur skal til lands.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860
Hósdag 9. mai
Føroyar - Norðurmakadonia (34-27)
174843
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774