Nato 75 ár

Nato 75 ár
Danski uttanríkisráðharrin sigur, at felagsskapurin er vorðin sterkari, tí nú brúka limalondini meira til verju og trygd
Uttanríkisráðharrarnir í Nato á høvuðsborgini í Brússel í sambandi við 75 ára dagin.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
04.04.2024 - 09:46

Nato hátíðarheldur 75 ára stovningardagin í høvuðsborgini í Brússel í dag.

14 fólk eru á røðaralistanum, skrivar Ritzau, sum hevur tosað við danska uttanríkisráðharran, Lars Løkke Rasmussen, sum verður við til hátíðarhaldið.

Hann sigur at verjusamgongan er ein sterkur felagsskapur.

- Nato er sterkari í dag samanborið við undanfarin ár. Nú brúka 20 lond, harímillum Danmark, í minsta lagi tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til verju og trygd, sigur Lars Løkke við tíðindastovnuna.

Málið hjá NATO er, at limalondini skulu brúka í minsta lagi tvey prosent av BTÚ'inum til verjuna.

Hóast limalondini, sum nú eru 32 í tali, kunnu hátíðarhalda verjusamgonguna, stendur hátíðarhaldið í skugganum av krígnum í Ukraina.

Danski uttanríkisráðharrin leggur dent á, at Ukraina framvegis hevur brúk fyri stórum hernaðarligum stuðli frá limalondunum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Uttanduraguðstænasta, Ovari vøllur
175310
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283