Markið fyri fosturtøku í Noregi hækkar upp í 18. viku

Markið fyri fosturtøku í Noregi hækkar upp í 18. viku
Nærum allar kvinnur, sum biðja um fosturtøku millum viku 12 og viku 18, fáa viðhald í abortnevndini
Ingvild Kjerkol er heilsumálaráðharri í Noregi.
 
04.04.2024 - 08:39

Norska stórtingið skal atkvøða um at hækka markið fyri fosturtøku upp í 18. viku, hóast helvtin at stjórnini er ímóti, skrivar blaðið VG. 

- Eri fegin um at kunna boða frá, at stjórnin fer at leggja fram uppskot um nýggja fosturtøkulóg, sigur Ingvild Kjerkol, heilsumálaráðharri, við blaðið.

Sum er, kunnu norskar kvinnur sjálvar gera av, um tær vilja hava fosturtøku fram til viku 12. Meirilutin tekur fosturtøku, áðrenn 12 vikur eru farnar.

Og sambært blaðnum, fáa nærum allar, sum biðja um fosturtøku millum viku 12 og viku 18, viðhald í abortnevndini.

 

Góðar grundgevingar

Spurd, hví neyðugt er at hækka markið fyri fosturtøku upp í viku 18, svarar Ingvild Kjerkol:

- Fosturtøkunevndin er komin við góðum grundgevingum fyri tí. Hon sigur, at tað er í samsvari við siðvenjuna nú á døgum, at markið fyri sjálv at avgera fosturtøku hækkar upp í 18 vikur. Tá kunnu lóggevarar hjálpa til at rudda upp og leggja avgerðina, har hon eigur at vera, nevniliga hjá kvinnuni sjálvari, sigur Kjerkol við VG.

Abortnevndin skeyt í desember upp at hækka markið fyri fosturtøku upp í 18. viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216