Happing orsøk til skjóting í finskum skúla

Happing orsøk til skjóting í finskum skúla
Finska løgreglan hevur í dag boðað frá, at 12 ára gamli skúlanæmingurin, sum í gjár skeyt frá hond í einum skúla í Vantaa, hevur sagt, at hann varð happaður
Finnland syrgir sorgarleikin í gjár, tá ein 12 ára gamla drongur byrjaði at skjóta frá hond í einum skúla og drap ein annan 12 ára gamlan drong
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
03.04.2024 - 18:39

"Orsøkin til hendingina vísti seg at vera happing."

Hetta skrivar finska løgreglan í tíðindaskrivi í dag. 

"12 ára gamli skúlanæmingurin, sum illgruni er til, hevur í avhoyring sagt, at hann var happaður, og upplýsingarnar eru eisini váttaðar í undankanningum, sum løgreglan gjørdi."

 

12 ára gamli næmingurin, ið skeyt frá hond, byrjaði í skúlanum tíðliga í ár. 

Sosialir myndugleikar taka sær nú av dronginum.

"Kanningarnar vísa fyribils, at 12 ára gamli næmingurin, tá ið hann fór úr skúlanum í gjár, hótti næmingar, sum vóru á veg í skúlan í býarpartinum Siltamäki í Helsinki, við eini skammbyrsu," skrivar løgreglan, sum kannar málið sum ólóglig hóttan.

Ein 12 ára gamal drongur lat lív í skottilburðinum, og tvær 12 ára gamlar gentur, sum fingu álvarsligar løstir, liggja framvegis á sjúkrahúsi.

Vápnið, sum var nýtt undir skottilburðinum, átti ein í familjuni hjá 12 ára gamla næminginum, segði løgreglan á tíðindafundi í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 20. mai
Uttanduraguðstænasta, Ovari vøllur
175310
Mánadag 20. mai
Andakt við Jógvani Zachariassen
175305
Mánadag 20. mai
Andakt við Derhardi Jógvansson
175303
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283