Løgmanssteypið: KÍ og HB bresta saman

Løgmanssteypið: KÍ og HB bresta saman
Steypavinnarin og føroyameistarin frá í fjør, ávíkavist HB og KÍ, bresta saman longu í 1. umfari av kappingini um Løgmanssteypið
Teitur Matras Gestsson lyfti steypinum í fjør eftir sigur á B68
Mynd: Bjarni Enghamar / FSF  
 
02.04.2024 - 20:47

Føroyameistarin, KÍ, tekur ímóti steypavinnaranum, HB, í 1. umfari av kappingini um Løgmanssteypið. 

Tað er greitt eftir lutakastið í kvøld. 

Dystirnir í 1. umfari um steypakappingini verða spældir 24. og 25. apríl.

15 lið eru við í kappingini um Løgmanssteypið í ár, og tí varð eitt lið drigið beinleiðis í fjórðingsfinalurnar. Tað gjørdist NSÍ.

 

Betri-liðini hittast innnanhýsis

Fleiri uppgerðir millum Betri-deildarlið vera. B36 tekur ímóti Skála, ÍF skal á vitjan hjá B68 og EB/Streymur fær vitjan av 07 Vestur.

Spenningur er ivaleyst eisini í Suðuroy, tí har verður grannauppgerð millum FC Suðuroy og TB í Vági.

Víkingur fekk á pappírinum besta lutakastið. Teir ljósabláu skulu á vitjan hjá FC Hoyvík. Sjeyndi dysturin verður millum B71 og AB.

 

1.umfar í kappingini um Løgmanssteypið

B36 – Skála
FC Suðuroy – TB
B68 – ÍF
EB/Streymur – 07 Vestur
B71 – AB
KÍ – HB
FC Hoyvík – Víkingur

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Skratsj 1. mai 2024
174472
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418