Eitt barn latið lív í skúlaskjóting í Finnlandi

Eitt barn latið lív í skúlaskjóting í Finnlandi
Nú er greitt, at eitt 12 ára gamalt barn úr sætta flokki í skúlanum í Vantaa í Finnlandi hevur latið lív, tá ein 12 ára gamal floksfelagi byrjaði at skjóta í skúlanum
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
02.04.2024 - 11:11

Løgreglan í Finnlandi hevur júst kunngjørt, at eitt 12 ára gamalt barn lat lív í skúlaskjótingin í býnum Vantaa. Tvey onnur børn er álvarsliga løstað. 

Gerningsmaðurin er eftir øllum at døma ein 12 ára gamla floksfelagi í sætta flokki hjá tí dripna og teimum løstaðu. 

 

Skottilburðurin hendi klokkan níggju í morgun finska tíð, sum er klokkan sjey føroyska tíð. 

Løgreglan greiddi frá, at 12 ára gamli næmingurin, ið er undir illgruna fyri at hava skotið, var runnin frá ástaðnum, men var handtikin í grannalagnum Siltamaki í norðarpartinum av Helsinki. 

Tann handtikni næmingurin hevur játtað fyri løgregluna, at tað var hann, ið skeyt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. juni
Jambalaja - 010624
175948
Leygardag 1. juni
Upp á tá - 310524
175947
Leygardag 1. juni
Morgunlestur leygardagur 1. juni 2024
175694
Fríggjadag 31. mai
Vikuskiftið 31 mei 2024
175919