Fýra fólk varðhaldsfongslað eftir atsóknina í Moskva

Fýra fólk varðhaldsfongslað eftir atsóknina í Moskva
Tey skuldsettu kunnu rokna við lívlangari fongsulsrevsing, sigur dómstólurin
Ein av skuldsettu monnunum á veg í rættin í Moskva.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
25.03.2024 - 08:24

Ein dómstólur í Moskva varðhaldsfongslaði í gjárkvøldið fýra fólk, sum russisku myndugleikarnir leggja undir at hava framt yvirgangsatsóknina í eini konserthøll fríggjakvøldið.

Dómstólurin upplýsti, at tvey teirra hava játtað seg sekan í illgerðini, ið eftir nýggjastu upplýsingunum kravdi 137 mannalív.

Tey skuldsettu kunnu rokna við lívlangari fongsulsrevsing, sigur dómstólurin.

Russiska innanríkisráðið upplýsir, at talan er um fýra “útlendskar borgarar”, og russiskir miðlar vilja vera við, at hetta eru fólk úr Tadsjikistan.

Tilsamans skulu ellivu fólk vera handtikin í málinum.

 

Varðhaldsfongslaðu menninir eru fýra "útlendskar borgarar”, og russiskir miðlar vilja vera við, at hetta eru fólk úr Tadsjikistan. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Hækkar trygdarstigið

Frakland hækkar trygdarstigið upp í ovasta stig eftir álopið á konserthøllina í Moskva fríggjakvøldið.

Hesum boðar franski forsætisráðharrin, Gabriel Attal, frá á sosiala miðlinum X.

- Eftir at Islamiskur statur hevur tikið ábyrgd av álopinum, og orsakað av teimum hóttanunum, sum eru yvir okkum, hava vit hækkað trygdarstigið í landinum til tað hægst møguliga, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216