Trygdarráðið atkvøður um vápnahvíld í Gasa í dag

Trygdarráðið atkvøður um vápnahvíld í Gasa í dag
Higartil hevur tað ikki eydnast ST-trygdarráðnum at semjast um felags avgerð um kríggið í Gasa
ST-trygdarráðið atkvøður um vápnahvíld í Gasa í dag. (Savnsmynd: CNN)
 
22.03.2024 - 09:18

ST-trygdarráðið fer í dag a atkvøða um 'burðardygga vápnahvíld straks' millum Ísrael og Hamas.

Tað sigur talsfólkið fyri amerikonsku sendinevndina í ST, Nate Evans, við CNN.

Trygdarráðið hevur higartil ikki megnað at semjast um felags avgerð um kríggið í Gasa.

Fyri at eitt uppskot skal samtykkjast í Trygdarráðnum, krevst meiriluti, og at eingin av føstu limunum brúkar sýtingarrættin.

USA hevur áður nýtt sýtingarrættin móti uppskotum, sum fleiri ferðir hava kravt vápnahvíld alt fyri eitt.

Ráðið skal, sambært álmanakkanum fyri fundir, hittast aftur fyri at tosa um støðuna í Miðeystri kl. 13 okkara tíð í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216