Tríggjar kvinnur 16 ár tilsamans fyri kokainsmugling

Tríggjar kvinnur 16 ár tilsamans fyri kokainsmugling
Kvinnan, sum í Føroya rætti í fjør var dømd fyri kokainsmugling, tók málið aftur, tá Landsrætturin skuldi viðgera tað hósdagin 
Kokain verður mett at vera sterkt rúsevni.
 
22.03.2024 - 06:13

Kvinnan, sum í Føroya rætti í fjør var dømd fyri kokainsmugling, tók málið aftur, tá Landsrætturin skuldi viðgera tað hósdagin. 

Og tað gjørdi ákæruvaldið so eisini.

Dómurin hjá Føroya rætti er tí endaligur.

Kvinnan fekk seks ára fekk treytaleysa fongsulsrevsing og burturvísing fyri alla tíð fyri at smugla 1200 gram av kokaini

Kvinnan, sum er úr Dominikanska lýðveldinum, var ákærd fyri at smugla hálvt annað av kokaini. 

Hon tikin á flogvøllinum í Vágum í juni í fjør. 

Tá hevði hon 623 gram av kokaini innvortis. 

Fyrru ferð

Kanningararbeiðið hjá politinum vísti, at kvinnan var í Føroyum 14 dagar frammanundan ávegis til Íslands. 

Politiið sigur seg hava funnið prógv fyri, at hon tá hevði 870 gram av kokaini.  

Føroya rættur segði, at hon skuldi dømast fyri 600 gramm og ikki 870 gramm.

Hendan partin av dóminum kærdi kvinnan til Landsrættin við kravi um frídøming.

Men hósdagin tók hon kæruna aftur. 

Fimm ár

Tvær kvinnur úr Peru fingu fimm ár í part.

Tær eru dømdar fyri at hava við sær til Føroya 800 gramm av kokaini.

Eystari landsrættur staðfesti dómarnar hjá Føroya rætti. 

Eisini her er talan um treytaleysa fongsulsrevsing umframt burturvísing fyri alla tíð. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Leygardag 27. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098