Tórshavn Open og Faroe Islands Open - dart í heimsflokki á Glasi

Tórshavn Open og Faroe Islands Open - dart í heimsflokki á Glasi
Fleiri dartspælarar í heimsflokki kappast, tá Tórshavn Open og Faroe Islands Open dartkappingarnar vera á Glasi um vikuskiftið
Altjóða kappingarnar, Tórshavn Open og Faroe Islands Open, verða á Glasi um vikuskiftið
 
22.03.2024 - 11:47

Fleiri dartspælarar í heimsflokki eru við, tá altjóða kappingarnar, Tórshavn Open og Faroe Islands Open, vera á Glasi um vikuskiftið.

Umleið 130 spælarar hava meldað seg til kappingarnar, harav 70 útlendingar úr londum sum Íslandi, Svøríki, Danmark, Onglandi og Týsklandi.

Í kappingini hjá monnum eru fýra spælarar, sum teljast millum 50 teir bestu sambært styrkilistanum hjá WDF, og hjá kvinnunum eru tríggir. Hjá monnunum eru hesir John Scott, Matthew Edgar  og Scott Waalters úr Onglandi og Edwin Torbjørnson úr Svøríki. Hjá kvinnunum er talan um Margaret Sutton úr Onglandi, Maud Jansson úr Svøriki og Gréta Tekauer úr Ungarn.

Undanfarin ár hava bert útlendingar kastað seg til hálvfinalurnar og finalurnar, men vónað verður, at onkur føroyingur klárar tað í ár. Størstu vónirnar eru kanska til Jan McIntosh, sum hevur eitt kvartfinalupláss frá EM í Spania at vísa á.

Kappingarnar verða á Glasir leygar- og sunnudagin frá kl 11.00 til umleið kl 21:00. Hálvfinalur og finalur byrja kl 19:00 og verða allar spældar í Atrium. Sjónvarpsframleiðsla sæst á stórskermi við legendariska stadionspeakaranum Kristian Joensen sum master callara.

Hálvfinalurnar og finalurnar verða eisini stroymdar á kvf.fo.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Leygardag 27. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098