Írski forsætisráðharrin leggur frá sær

Írski forsætisráðharrin leggur frá sær
Leo Varadkar leggur eisini frá sær sum formaður í Fine Gael-flokkinum
Leo Varadkar leggur frá sær sum forsætisráðharri í Írandi
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
20.03.2024 - 14:05

Írski forsætisráðharrin, Leo Varadkar, leggur frá sær.

Tað boðar hann frá í dag, sambært Reuters.

Leo Varadkar leggur eisini frá sær sum formaður í Fine Gael-flokkinum.

- Eg gevist, so skjótt nýggjur floksformaður verður kunngjørdur, sigur hann á tíðindafundi.

 

Fekk ikki undirtøku fyri at broyta grundlógina

Í februar var fólkaatkvøða í Írlandi um at broyta ávísar orðingar í grundlógini. Orðingar, sum Leo Varadkar heldur vera ótíðarhóskandi og sexistiskar. Hann mælti veljarunum til at atkvøða fyri broytingini.

Men írska fólkið atkvøddi ímóti, og tí eru orðingarnar í grundlógini varðveittar.

Í grundlógini, sum er frá 1937, stendur millum annað, at skyldurnar hjá mammuni eru heima við hús.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216