Noreg herðir tiltøk móti Russlandi

Noreg herðir tiltøk móti Russlandi
Tiltøkini koma í gildi í dag
Espen Barth Eide er uttanríkisráðharri í Noregi.
 
19.03.2024 - 14:05

Noreg setur nú uppaftur fleiri tiltøk í verk móti Vladimir Putin, forseta, og russiska stýrinum.

Tiltøkini koma í gildi í dag.

- Russiska kríggið móti Ukraina er álvarsligt brot á fólkarættin. Vit standa aftur saman við ES , nú vit seta nýggj tiltøk í verk ímóti Russlandi, sigur norski uttanríkisráðharrin, Espen Barth Eide. 

Hann sigur, at í nýggja pakkanum við tiltøkum verður dentur lagdur á innflutnings- og útflutningsbann móti Russlandi, at forða fyri at Russland smoyggir sær undan tiltøkunum, og at tetta smogur, sigur norski uttanríkisráðharrin.

Møguleikin fyri handilssamstarvi við Russland er nú nógv avmarkaður og hevur stóran váða við sær, skrivar norska kringvarpið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Sean Long um Self Hell
175031
Hósdag 30. mai
RagnarRokk: Hauptmann um Warriors
175028
Hósdag 30. mai
Jazzofonin 30. mai 2024
175846
Nýggjastu sendingar í SV