Ferðavinnufelagið: Gjaldið fer at styggja útlendsk ferðafólk

Ferðavinnufelagið: Gjaldið fer at styggja útlendsk ferðafólk
Føroyar fara at hava størsta ferðaavgjald í Evropa, sigur felagið
Ferðavinnufelagið sigur, at dýra ferðagjaldið fer at hava við sær, at kappingarførið hjá ferðavinnuni versnar munandi. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
18.03.2024 - 15:23

Ferðavinnufelagið rópar nú varskó um ætlanirnar at hækka gjaldið hjá teimum, ið ætla at vitja Føroyar, munandi.

Verða ætlanirnar hjá landsstýrinum veruleiki, fara Føroyar at hava størsta avgjald í Evropa fyri ferðandi.

Ferðavinnan er á vandakós, sigur Ferðavinnufelagið.

Víst verður á, at gjaldð var 120 kr., tá uppskotið var sent til hoyringar, og tá helt Ferðavinnufelagið, at gjaldið var ov stórt.

Síðani uppskotið er lagt fyri tingið, er gjaldið hækkað.

 

(Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

225 kr.

Landsstýrið ætlar nú, at øll útlendsk ferðandi, sum ikki búgva í Føroyum, skulu rinda 225 krónur, tá ið tey koma til Føroya.

Aftrat hesum skulu leggjast 65 krónur, sum øll ferðandi longu nú rinda í ferðaavgjaldi til landskassan. Sostatt fer landið frameftir at taka 290 krónur frá øllum ferðandi. Hetta er størsta upphædd fyri at ferðast millum lond í Evropa, sigur Ferðavinnufelagið.

Tá prísurin at vitja Føroyar verður ov høgur, versnar kappingarførið hjá føroyskari ferðavinnu munandi. Samstundis kann væntast, at hugurin hjá útlendskum flutningsfeløgum at gera farleiðir til Føroya hvørvur, tá gjøldini eru so dýr samanborið við onnur lond, sigur Ferðavinnufelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431