Løkke vil halda fram í breiðari samgongu

Løkke vil halda fram í breiðari samgongu
Hetta hóast einans 37,3 prosent av dønum nú stuðla donsku stjórnini hjá Mette Frederiksen, sum er ein samgonga millum danska Javnaðarflokkin, Vinstraflokkin og Moderatarnir
Danska samgongan millum Javnaðarflokkinum, Vinstraflokkin og Moderatarnir fær av at vita frá donskum veljarum, sum í seinastu veljarakanning geva samgonguni 37,3 prosent í undirtøku
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
16.03.2024 - 15:30

Danska samgongan millum Javnaðarflokkinum, Vinstraflokkin og Moderatarnir fær av at vita frá donskum veljarum, sum í seinastu veljarakanning geva samgonguni 37,3 prosent í undirtøku.

Tað er ein munandi afturgongd frá fólkatingsvalinum í 2022, tá samgonguflokkarnir fingu 50,1 prosent av atkvøðunum.

Men hóast misnøgdina hjá veljarunum sigur Lars Løkke Rasmussen, formaður í Moderatunum, at hann uttan at himprast hevði hildið fram við verandi samgongu, um tað bar til.

 

"Tað riggar í praksis, og eg vóni, at tað er nakað, sum heldur. Vit eru sum so eisini rímiliga væl avklárað við, at útgangsstøðið í næsta valstríði eisini fer at vera ein breið semja tvørtur um miðjuna," sigur Lars Løkke Rasmussen við poddvarpið Slotsholmen hjá DR.

Moderatarnir hava landsfund í Vejle í dag. Hetta er triði landsfundur hjá flokkinum, sum Lars Løkke Rasmussen stovnaði upp undir seinasta fólkatingsval. Tá vónaði hann, at flokkurin kundu gerast avgerandi fyri, hvussu danska samgongan fór at síggja út. Tað bleiv hann ikki, men Moderatarnir komu kortini í samgongu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. mai
Vikuskiftið 31 mei 2024
175919
Fríggjadag 31. mai
Ein ræningardagur undir oynni í Skúgvoy
175896
Fríggjadag 31. mai
Breddin: Verkfallið herðist
175889
Fríggjadag 31. mai
Morgunlestur fríggjadagur 31. mai 2024
175685
Hósdag 30. mai
RagnarRokk 30.mai 2024
175032
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. mai
Veðrið
175907
Fríggjadag 31. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175867
Hósdag 30. mai
Sært tú fuglin? (2:3)
175831