Biden og Trump vera forsetavalevni

Biden og Trump vera forsetavalevni
Hetta gjørdist greitt, tá úrslitini frá uppstillingarvalunum í Georgia, Mississippi og Washington vóru almannakunngjørd
Nú e greitt, at Joe Biden og Donald Trump fara at kappast um forsetasessin í Hvítu húsunum á forsetavalinum í november, eins og teir gjørdu fyri fýra árum síðani. (Savnsmynd: AP)
 
13.03.2024 - 18:00

Tað verða Donald Trump og Joe Biden, sum fara stríðast um forsetasessin í USA á forsetavalinum 5. november.

Tað gjørdist greitt í nátt, tá úrslitini frá uppstillingarvalunum í statunum Georgia, Mississippi og Washington vóru almannakunngjørd. 

Joe Biden tryggjaði sær nóg nógv umboðsfólk at gerast forsetavalevni fyri demokratarnar,  og Donald Trump fekk nóg nógvar atkvøður at gerast forsetavalevni fyri republikanarnar.

 

Erik Løksagarð Absalonsen, stjórnmálafrøðingur. (Mynd. Bjarni Árting Rubeksen)

 

Erik Løksagarð Absalonsen, sum hevur lisið stjórnmálafrøði og hevur áhuga fyri amerikanskum politikki, heldur tað vera áhugavert, hvussu sjónlig forsetavalevnini verða samanborið við valstríðið í 2020.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

Biden_og_Trump

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216