Einki til hindurs fyri, at Eysturkommuna skipar egna framhaldsdeild

Einki til hindurs fyri, at Eysturkommuna skipar egna framhaldsdeild
Borgarstjórin vil hava borgarafund um málið
 
09.03.2024 - 14:06

Tekniskt er einki til hindurs fyri, at Eysturkommuna skipar egna framhaldsdeild.

Tað metir arbeiðsbólkurin, sum hevur greinað skipan av egnari framhaldsdeild í Eysturkommunu. 

Í september 2023 samtykti býráðið í Eysturkommunu at seta ein bólk at kanna møguleikan fyri at skipa framhaldsdeild. Hetta arbeiðið er nú liðugt, og bólkurin er ikki komin fram til nakra grundgeving, fyri at hetta ikki ber til.

Hóast Per Martin Gregersen, borgarstjóri í Eysturkommunu, ikki væntar at Fuglafjarðar kommuna fer at taka undir við hesum, ætlar hann nú at arbeiða víðari við at fáa eina framhaldsdeild í kommununi til veruleika.

-  Tað er øgiliga nógv í kanningini, sum talar fyri, at Eysturkommunu kann skipa egnu framhaldsdeild, sigur Per Martin Gregersen, borgarstjóri.  

 

1659842

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. apríl
Bolero - Frantz Schubert
174280
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta í Fuglafjarðar kirkju.
174276
Sunnudag 28. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
174281
Leygardag 27. apríl
Sement 2024: Finalan (3:3)
174270
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178