Óli Mittún dagsins maður í Sävehof-sigri

Óli Mittún dagsins maður í Sävehof-sigri
Óli Mittún skeyt 11 mál, tá IK Sävehof vann Evropa League-dystin á Nexe, men tað rakk ikki til 1. pláss í bólkinum. Hákun og Jóhan vunnu báðir
Óli Mittún varð kosin dagsins maður. Bakspælarin skeyt 11 mál fyri IK Sävehof
Mynd: IK Sävehof  
 
05.03.2024 - 22:24

Óli Mittún spældi ein branddyst og varð eisini kosin dagsins maður, tá IK Sävehof vann á Nexe í síðsta umfari av Evropa League-miðumfarinum.

Blaðungi føroyingurin skeyt ikki færri enn 11 mál í 34-28 sigrinum í Partille, og tað merkti, at Sävehof yvirhálaði kroatarnar í endaði á 2. plássi í bólkinum.

 - Tað riggar ofta væl hjá mær ímóti stórum spælarum, sum kanska ikki eru so skjótir, men vit spæla sum heild gott álopsspæl í dag, segði Óli Mittún við IK Sävehof-miðlafólkið eftir dystin.

Tíverri fyri Óla Mittún og teir, vann Skjern sín dyst, og tryggjaði sær 1. plássið og beinleiðis atgongd til fjórðingsfinalurnar, meðan Sävehof og Nexe skulu spæla playoff.

 

Hákun og Jóhan vunnu báðir

Füchse Berlin er Hákun West av Teigum skulu eisini spæla playoff. Tað var greitt longu áðrenn dystin ímóti Constanta í dag.

Týska høvuðsstaðarfelagið fekk eina vánaliga byrjan upp á dystin í Max-Schmeling-Halle, men við hjálp frá millum annað Hákuni West av Teigum, sum skeyt fimm mál upp á sjey royndir, yvirhálaðu berlinrevarnir eftir steðgin og vunnu til endans trygt. Sporting vann báðar dystirnar ímóti Füchse Berlin, og fór avstað við bólkasigrinum.

Jóhan á Plógv Hansen og Flensburg-Handewitt vunnu eisini sín bólk. Føroyingurin skeyt eitt mál í sannførandi 45-26 sigrinum hjá norðurtýskarunum á Bjerringbro-Silkeborg, og Flensburg-Handewitt er í fjórðingsfinalunum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Leygardag 27. apríl
Vikan 27.apríl 2024
174245
Leygardag 27. apríl
Morgunlestur leygardagur 27. apríl 2024
173999
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098