Mál um vantandi útboð tikin upp í løgmálaráðnum

Mál um vantandi útboð tikin upp í løgmálaráðnum
Landsstýrismaðurin vísir aftur, at hann hevur nevnt Tórshavnar kommunu og Articon í samrøðu við Frihedsbrevet
Bjarni Kárason Petersen er landsstýrismaður í lógarmálum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
15.02.2024 - 15:43

Bjarni Kárason Petersen, landstýrismaður í lógarmálum, vísir aftur, at hann hevur lagt Tórshavnar kommunu undir - gjøgnum persónlig sambond - at hava leskað byggifyritøkuna Articon við uppgávum.

Frihedsbrevet skrivar, at Tórshavnar kommuna hevur givið byggifyritøkuni Articon fleiri uppgávur fyri samanlagt 385 milliónir, uttan at uppgávurnar eru bodnar út.

Hetta og mál, sum áður hava verið frammi um vantandi útboð, hava fingið landsstýrismannin í kommunumálum, Bjarna Kárason Petersen, at taka málið upp innanhýsis. 

- Tað kann tykjast sum, at tað eru persónligu sambondini, sum avgera, hvør fær hvørjar uppgávur, og tí sigur landsstýrismaðurin, at hann ætlar at taka málið um alment útboð upp politiskt, skrivar Frihedsbrevet.

Undir yvirskiftini "Løgmálaráðharrin ákærir Tórshavnar kommunu fyri mutur," varð greinin hjá Frihedsbrevet endurgivin á in.fo.

 

Heðin vil hava frágreiðing

Hesi orð fullu borgarstjóranum í Havn, Heðini Mortensen, fyri bróstið:

- Hetta eru sera álvarsligar skuldsetingar og beinleiðis insinuering, um at avgerðir hjá borgarstjóra og kommunuleiðslu byggja á persónlig sambond og mutur.

Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, sum roknar við at fáa eina frágreiðing frá Bjara Kárason Petersen, landsstýrismanni.

Landsstýrismaðurin, Bjarni Kárason Petersen sigur, at hann í samrøðu sínari við Frihedsbrevet hvørki nevndi Tórshavnar kommunu ella Articon.

 

Generellur trupulleiki

Tað, sum hann hinvegin hevur tosað við Frihedsbrevet um, er, at tað er ein generellur trupulleiki við manglandi gjøgnumskygni í kommununum, tá talan er um alment útboð, t.d. í sambandi við byggiverkætlanir. 

Manglandi gjøgnuskygni ger, at illgitingar trívast um slíkar avtalur, skrivar Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður á heimasíðuni hjá løgmálaráðnum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444