Forfólkaval: Talgildu valhølini lata upp í morgin

Forfólkaval: Talgildu valhølini lata upp í morgin
Tvey valevni eru til forfólkasessin í Pedagogfelagnum hesa ferð
Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, og avbjóðarin, Sanna á Løgmansbø, vóru í Breddanum fyrrapartin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.02.2024 - 11:58

Í morgin lata talgildu valhølini hjá Føroya Pedagogfelag upp, har teir umleið 2.000 limirnir hjá felagnum skulu velja nýtt forfólk.

Jógvan Philbrow, formaður seinastu níggju árini, stillar uppaftur, men hesa ferð hevur hann ein avbjóðara. Tað er Sanna á Løgmansbø, leiðari á dagstovninum Birkilund í Havn.

Tey bæði vóru í Breddanum fyrrapartin. 

Jógvan Philbrow sigur, at hann ætlar at taka eitt tørn aftrat, tí hann heldur, at hann kann gera mun, og vísir á, at í hansara tíð í formanssessinum er limurin settur í miðdepilin. 

Sanna á Løgmansbø heldur hinvegin, felagið kann gera meira fyri limirnar.

 

Sí videobrot úr Breddanum her:

 

PHILBROW_SANNA_

 

Valið í Føroya Pedagogfelag er talgilt, og kunnu limirnir byrja at velja í morgin, 14. februar. Seinasta freist at greiða atkvøðu er á middegi 1. mars, dagin fyri aðalfundin 2. mars. 

Allur Breddin kann hoyrast her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444