Katrin Joensen-Næs vann ársins Geyta fyri filmin "Sæla"

Katrin Joensen-Næs vann ársins Geyta fyri filmin "Sæla"
Nógv umtalaði stuttfilmurin "Sæla" vann ársins Geyta, meðan "Død af Grin" hjá Terja Mohr vann Áskoðaravirðislønina
Katrin Joensen-Næs við Geytanum
Mynd: Norðurlandahúsið á Facebook  
 
10.02.2024 - 11:24

Katrin Joensen-Næss vann ársins Geyta fyri filmin Sæla.

Umframt heiðurin fyri at hava gjørt besta stuttfilm, fær vinnarin eisini 40.000 krónur.

Vinnarin av Áskoðaravirðislønini 2024 gjørdist stuttfilmurin "Død af Grin". Terji Mohr er leikstjóri.

Myndir: Finnur Justinussen / leit.fo

Úrvalsnevndin hevði nominerað ellivu stuttfilmar til kapppingina, og fimm vóru valdir til at kappast um Geytan:

  • Andrias Høgenni við filminum, “Lið við lið”
  • Brandur Teitsson við filminum, “Undir”
  • Katrin Joensen-Næs við filminum, “SÆLA” (Vinnari av Geytanum)
  • Terji Mohr við filminum, “Død af Grin” (Vinnari av áskoðaravirðislønini)
  • Tóki Jansson við filminum, “Óveruliga verðin hjá Aldu”

Í úrvalsnevndini fyri Geytan sita umboð fyri Filmshúsið, Kringvarp Føroya, Føroysk Filmsfólk, Filmsfelagið og Klippfisk.

Geytin skal birta, stimbra og eggja til áhuga fyri føroyskari stuttfilmslist. 

Geytakvøldið, sum var í Norðurlandahúsinum í Havn í gjárkvøldið, heiðrar føroyskari filmsframleiðslu og er eitt høvi fyri filmsfólk og filmsáhugað at hittast.


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 9. mai
Við pápa aftur í tíð
174833
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537