Hevur longu sent hassjdóm víðari

Hevur longu sent hassjdóm víðari
Maðurin, sum á middegi týsdagin fekk 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri at smugla og lata hassj, hevur longu skotið dómin inn fyri Eystara landsrætt
Maðurin, sum er 50 ár, er dømdur fyri at smugla 128 gramm og ikki minni enn 150 gramm av hassji til Føroya. (Savnsmynd)
 
09.02.2024 - 05:44

Maðurin, sum á middegi týsdagin fekk 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri at smugla og lata hassj, hevur longu skotið dómin inn fyri Eystara landsrætt.

Tað fekk ákæruvaldið at vita í gjár.

Maðurin, sum er 50 ár, er dømdur fyri at smugla 128 gramm og ikki minni enn 150 gramm av hassji til Føroya.

Hann er dømdur fyri í fýra førum at hava latið øðrum hassj, báðu ferðirnar, tá hann smuglaði, og í tveimum øðrum førum.

60 dagar er vanligi dómurin fyri tað, sum maðurin er dømdur fyri.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216