Besti ítróttavenjarin skal finnast

Besti ítróttavenjarin skal finnast
Wong Fai Yin úr Havnar Badmintonfelag, Heri Ziska úr Hvirluni og Sarita Kristina Hansen í KÍF Kappróður eru í uppskotið til Ítróttavenjarin 2023
Ítróttavenjarin 2023 er ein av teimum sjey heiðurslønunum, ið verða latnar á Ítróttafagnaðinum
Mynd: ÍSF  
 
01.02.2024 - 08:59

Venjarar úr Havnar Badmintonfelag, Hvirluni og KÍF-kappróðri eru í uppskotið til Ítróttavenjarin 2023.

Wong Fai Yin, Heri Ziska og Sarita Kristina Hansen eru øll kend úr føroyska ítróttaumhvørvinum og eiga øll óteljandi tímar saman við ungum føroyskum ítróttafólkum.

 

Wong Fai Yin

Bíðilistarnir hjá Havnar Badmintonfelag vaksa í hvørjum, og Wong Fai Yin eigur sín stóra heiður av hesum, stendur í tilnevningini hjá ÍSF. Hann er ein góð fyrimynd, bæði tá um góða venjing og heilsugóðan lívsstíl ræður, men eisini tá tað kemur til týdningin av góðum samanhaldi.

Wong hevur eisini verið hjálparlandsliðsvenjari, og tað er eyðsýnt, at hann hevur styrkt og ment nógvar ungar spælarar. Úrslitini síggjast, nú fleiri standa seg væl í donsku A- og meistararekkjuni - og enntá í Eliturekkjuni. Wong eigur eisini sín stóra part í gullinum, sum Føroyar vunnu á Oyggjaleikum í 2023.

 

Heri Ziska

Ímyndin av frælsum ítrótti í Føroyum man helst vera Heri Ziska. Hann íðkaði kastiítrótt í nógv ár og vann hópatals heiðursmerki á høgum støði. Samstundis setti hann seg tó eisini inn í allar hinar greinarnar í frælsum ítrótti og fór at læra frá sær.

Framvegis er hann venjari í Hvirluni – og alt sítt stóra arbeiðið ger hann sjálvboðin. Sama hvussu veðrið skikkar sær, sæst Heri á Tórsbreyt, har hann ótroyttiliga hevur vant, kveikt og motiverað óteljandi frælsar íðkarar.

Hann er gávumildur við sínum royndum, síni vitan og mongu hugskotunum um, hvussu vit í Føroyum frameftir kunnu styrkja frælsa ítróttin. Hann er altíð klárur, tá ið heitt verður á hann, og sunnumorgnar sæst hann mangan sjálvur venja í kastiringinum.

 

Sarita Kristina Hansen

Sarita Kristina Hansen er ein av stóru ímyndunum í føroyskum kappróðri. Frá barnsbeini hevur hon verið virkin í kappróðrinum í Miðvági, og seinnu árini eisini í inniróðri, har hon millum annað fleiri ferðir er vorðin heimsmeistari.

Samstundis, sum Sarita Kristina Hansen hevur róð sjálv, hevur hon eisini vant aðrar rógvarar. Hon hevur lagt venjingarætlanir og lagt lag á. Av tí, at hon sjálv hevur verið virkin á stórt sæð øllum økjum innan kappróðurin, veit hon alt, sum vert er at vita. Og stórlætin letur hon sínar drúgvu royndir koma øðrum rógvarum til góðar.

Sarita Kristina Hansen er landsliðsvenjari hjá føroysku innirógvarunum, sum ár eftir ár fáa góð úrslit til bæði DM, EM og HM-kappingar.

Ítróttavenjarin 2023 er ein av teimum sjey heiðurslønunum, ið verða latnar á Ítróttafagnaðinum, sum verður í Løkshøll leygarkvøldið 10. februar 2024.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216