Álvarsliga átalu frá Dátueftirlitinum

Álvarsliga átalu frá Dátueftirlitinum
Av misgáum hevði myndugleikin latið persónsupplýsingar hjá heilt nógvum skrásettum fólkum til ein óviðkomandi triðjapart
Dátueftirlitið kunnger ikki, hvør myndugleikin er. (Savnsmynd)
 
24.01.2024 - 09:14

Ein almennur myndugleiki hevur fingið álvarsliga átalu frá Dátueftirlitinum.

Tann 22.november í fjør sendi myndugleikin Dátueftirlitinum eina fráboðan um trygdarbrot. 

Av misgáum hevði myndugleikin latið persónsupplýsingar hjá heilt nógvum skrásettum fólkum til ein óviðkomandi triðjapart. Talan var um nøvn og føðingardagar.

Myndugleikin svaraði eftirlitinum, at hann hevði onga skrivaða mannagongd um, hvussu trygdarbrot skulu handfarast.

 

Kravboð um skrivliga mannagongd

Dátueftirlitið gav tí myndugleikanum eina álvarsliga átalu, og kravboð um at gera eina skrivliga mannagongd um at handfara trygdarbrot.

Dátueftirlitið kunnger ikki, hvør myndugleikin er.

Men eitt lógaruppskot um, at kravið um navnloysi, tá Dátueftirlitið kunnger sínar avgerðir, skal bara vera galdandi fyri einstaklingar, er á veg.

Tað er til hoyringar í løtuni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV