Børn bíða í 24 mánaðir

Børn bíða í 24 mánaðir
Ein listi, sum landssjúkrahúsið hevur almannakunngjørt, vísir, at børn sum eru ávíst í psykiatriina skulu bíða heilar 24 mánaðir
Bíðitíðin er long at sleppa framat Barna- og ungdómspsykiatriini
 
19.02.2023 - 09:30


Børn, sum eru ávíst út á psykiatriina, skulu bíða í heilar 24 mánaðir, áðrenn tey sleppa framat.

Tað vísir ein listi við bíðitíðum, sum Landssjúkrahúsið hevur almannakunngjørt.

Støðan er enntá versnandi, tí hetta seinasta árið er bíðitíðin longd seks mánaðir, sigur ADHD-felagið, ið vísir á tølini, sum fevna um ikki færri enn 266 føroysk børn.

Felagið sigur, at nógv av børnunum bíða í fleiri ár, áðrenn tey yvirhøvur fáa eina ávísing út á psykiatriina, har tað altso tekur tvey ár at bíða afturat.

Tí fólk venda sær næstan dagliga til felagið fyri at kæra sína neyð.

- Tíverri kunnu vit bara biðja tey, sum hava ráð, um at fara til Danmarkar til útgreining, sigur ADHD-felagið.

- Hini mugu bíða og hava ongan møguleika at fáa skipaða hjálp og vegleiðing í Føroyum, verður staðfest.

Felagið sigur somuleiðis, at gjógvin millum rík og fátæk sæst og merkist kanska ongastaðni so væl, sum tá ið tað kemur til mistrivnað hjá børnum.

ADHD-felagið hevur aðalfund í Reinsaríinum í Havn seinnapartin í dag klokkan trý, og felagið sigur bíðitíðina vera eitt av áhaldandi evnum, arbeitt verður við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444