Heilsuverkið skal hava nýggja talgilda skipan

Heilsuverkið skal hava nýggja talgilda skipan
Avtala er gjørd um at leingja verandi skipan til 2028, men hetta tíðarskeiðið verður skipanin ikki ment
Heilsuskipanin Cosmic verður brúkt til 2028, tá ein nýggj skipan skal vera liðug at taka í nýtslu.
 
09.02.2023 - 13:35

Stýrisbólkur er settur at finna avloysaran til Cosmic, sum er talgilda skipanin í heilsuverkinum.

Turið Arge, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, er forkvinna í stýrisbólkinum.

Hinir limirnir eru Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, Egil á Bø, stjóri í Heilustrygd, og Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum. 

Bólkurin var mannaður í fjør og hevur havt yvirskipaðan fund um, hvussu arbeiðið skal leggjast til rættis.

 

Turið Arge er forkvinna í stýrisbólkinum, ið skal finna avloysaran fyri Cosmic-heilsuskipanina.

 

Stór KT-verkætlan

- Vit eru tíðliga í tilgongdini og bíða í løtuni eftir fígging, áðrenn farið verður víðari til  næsta stig. Hetta verður helst ein av størstu KT-verkætlanunum í Føroyum, sigur Steinar Eirikstoft, limur í stýrisbólkinum.  

Næsta stig er at  finna viðkomandi fólk at gera kravfesting, sum skal lýsa tørvin í slíkari skipan. 

Sjúkrahúsverkið hevur gjørt avtalu við svenska Cambio, sum veitir Cosmic-skipanina, um at leingja avtaluna til 2028. Til ta tíð verður skipanin hildin viðlíka, men hon verður ikki ment.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444