Klaksvíkar kommuna lænir 40 milliónir

Klaksvíkar kommuna lænir 40 milliónir
Peningurin skal m.a. brúkast til at fáa verkætlanir, sum eru í gerð, lidnar
Neyðugt er við størri fígging fyri tryggja gjaldførið til at gera verkætlanir í Klaksvík lidnar.
 
27.01.2023 - 14:07

Á býráðsfundi í gjár samtykti Klaksvíkar býráð at geva umsitingini heimild at læna upp í 40 mió. kr. Orsøkin til, at neyðugt er við øktari fígging, er at tryggja gjaldførið til liðugtgerð av íløgum í 2023, upplýsir kommunan.

Nógvar verkætlanir eru í gongd, og fleiri eru lidnar, eitt nú rennibreytin, kappróðrarneystið, vælveruøkið, bláa skýlið og barnagarðurin Baldursbrá.

Men tað mangla nakrar verkætlanir at koma á mál, t.d. ídnaðarøkið á Borðoyarvík, útstykking á Fossum (fyrsta byggistig), barnagarðurin Fjallafípan og mentanarhúsið Varpið, umframt at nakað av meirútreiðslum hava verið í samband við onnur arbeiði.

 

Skuldin verður 385 mió. kr. 

Neyðugt er tí at økja um samlaðu lániskuldina hjá kommununi fyri at tryggja, at verkætlanir, sum eru gerð, eisini røkka á mál, sigur kommunan.

Við hesum 40 mió. verður samlaða skuldin hjá Klaksvíkar kommunu 385 mió. kr. Í tíðarskeiðinum 2016-2021 vóru íløgurnar hjá Klaksvíkar kommunu tilsamans 572 mió. kr.

Fíggjarstøðan verður javnan mett, og ætlanin er ikki at økja lániskuldina meira, sigur kommunan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846