Fiskimenn verri fyri mentalt, tá túrur endar

Fiskimenn verri fyri mentalt, tá túrur endar
Annbjørg Abrahamsen, vinnusálarfrøðingur og ph.d.-lesandi, hevur gjørt kanning, sum er almannakunngjørd í vísindaligum tíðarriti
157 fólk við 18 fiskiskipum vóru við í kanningunum. (Savnsmynd)
 
14.12.2022 - 08:38

Føroyskir fiskimenn eru munandi verri fyri sálarliga, mentalt, tá ein túrur endar enn teir vóru, tá teir fóru avstað.

Fatanin hjá teimum um rúm og rætning og reaktiónstíðin eru nógv verri, og minnið er nógv vánaligari.

Tað vísir ein stór kanning, sum Annbjørg Abrahamsen, vinnusálarfrøðingur og ph.d.-lesandi á deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu, gjørdi.

Ein grein um kanningina er júst almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum International Maritime Health. 

 

Rull og larmur

Fiskimenninir hava langar arbeiðsdagar í rulli og larmi og sova fyri tað mesta styttri og minni samanhangandi enn teir gera á landi.

Endamálið hjá Annbjørg Abrahamsen var at kanna, hvussu hetta ávirkar mentalu førleikarnar hjá manningini.

Kanningarnar vóru gjørdar frá mai 2017 til juli 2018.  157 fólk við 18 fiskiskipum vóru við í kanningunum.

Kanningarnar vístu týðiliga, at arbeiðstíðir og svøvnur hava stóra ávirkan á, hvussu troytt manningin verður og teirra mentalu avrik. 

 

Annbjørg Abrahamsen, vinnusálarfrøðingur, hevur gjørt kanningina. (Mynd av Facebook-vanga)

 

Neyðugt at betra trygdina

Niðurstøðan er, at neyðugt er at betra trygdina á skipunum.

Síðani Annbjørg Abrahamsen fór undir kanningarnar, er lógin um hvílitíð hjá sjófólki broytt soleiðis, at fiskimenn nú skulu hvíla í minsta lagi 10 tímar um dagin og 77 tímar um vikuna. 

Vaktirnar á garnabátum kunnu ikki longur vera 16 og átta tímar.

Og trolaramenn kunnu ikki petta svøvnin í trý-fýra skeið um dagin.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. apríl
Bolero - Frantz Schubert
174280
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta í Fuglafjarðar kirkju.
174276
Sunnudag 28. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283
Sunnudag 28. apríl
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
174281
Leygardag 27. apríl
Sement 2024: Finalan (3:3)
174270
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178